1 | Songur. Á hátíðarferðunum. Stóra neyð hava teir volt mær, líka frá tí eg var ungur - tað má Ísrael siga - |
| 2 | stóra neyð hava teir volt mær, líka frá tí eg var ungur; men ikki vórðu teir menn yvir mær! |
| 3 | Rygg mín hava plógmenn pløgt, teir hava gjørt foyrurnar langar. |
| 4 | HARRIN er rættvísur, Hann hevur høgt av tog hinna gudleysu. |
| 5 | Teir skulu verða til skammar og halda undan, allir teir, ið hata Zion; |
| 6 | teir skulu verða sum gras á tekjum, ið følnar, áðrenn frægras kemur á tað, |
| 7 | og sum skurðarmaðurin ikki fær upp í hondina av, ei heldur tann, sum bindur bundi, upp í kneppið. |
| 8 | Og tey, ið ganga framvið, siga ikki: "Signing HARRANS veri yvir tykkum! Vit signa tykkum í navni HARRANS." |
| |
|