Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Hví stendur Tú so langt burtur, HARRI, hví fjalir Tú Teg á neyðartíðum?
2 Av hugmóði hins gudleysa eru hini ørmu í angist, tey verða fangað í teimum óndu ráðum, hann upphugsar.
3 Tí hin gudleysi reypar av tí, ið sál hansara hevur hug til; tann, ið elskar rán, sigur HARRANUM farvæl, háðar Hann.
4 Hin gudleysi sigur í hugmóði sínum: "Hann heimsøkir ikki!" "Eingin Gud er!" - so eru allar hugsanir hansara.
5 Fyritøkur hansara eydnast altíð; langt burtur frá honum - høgt uppi - eru dómar Tínir; hann blæsur eftir øllum fíggindum sínum.
6 Hann sigur í hjartanum: "Eg skal ikki vikast; mann eftir mann skal eg onga neyð koma í!"
7 Muður hansara er fullur av illbønum, sviki og yvirgangi; vanlukka og órættur er undir tungu hansara.
8 Hann liggur og lúrir við bygdirnar; á loyniligum støðum drepur hann hin sakleysa; eygu hansara eru eftir hinum verjuleysa.
9 Hann lúrir á loyniligum staði, sum leyvan, har hon krógvar seg; eftir at grípa hin arma lúrir hann; hann grípur hin arma, dregur hann inn í garn sítt.
10 Hann kreppir seg, liggur og lúrir, og hini verjuleysu falla í kløur hansara.
11 Hann sigur í hjartanum: "Gud hevur gloymt tað; Hann fjalir ásjón Sína, Hann sær tað aldri!"
12 Reis Teg, HARRI! Gud, lyft hondini, gloym ikki hini ørmu!
13 Hví skal hin gudleysi vanvirða Gud og siga í hjartanum, at Tú heimsøkir ikki!
14 Tú hevur jú sæð tað; tí Tú skoðar neyð og hjartasorg og tekur tað í hond Tína; Tær upp í hendur gevur hin verjuleysi mál sítt, Tú ert hinum faðirleysa ein hjálpari!
15 Brót sundur arm hins gudleysa, hins ónda, heimsøk gudloysi hansara, so tað er ikki til longur!
16 HARRIN er kongur í aldur og allar ævir; heidningarnir verða oyddir av landi Hansara.
17 Tú hoyrir tað, sum hini eyðmjúku ynskja sær, HARRI, Tú styrkir hjarta teirra, vendir oyrað til
18 - fyri at døma í søk hins faðirleysa og kúgaða. Ikki skal menniskjað, sum er av mold, longur volda ræðslu.