Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður; í tíðini, sum fór, leiddi Hann vanæru yvir land Zebulons og Naftali, men á komandi tíðum skal Hann lata koma heiður yvir tað, yvir vegin fram við havinum, landið hinumegin Jordan, Galilea heidninganna.
2 Fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey, sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína.
3 Tú letur tað vaksa, fólkið, sum Tú áður ikki gavst mikla gleði; tey gleðast fyri ásjón Tíni, sum ein gleðist um heystið, sum ein fegnast, táið fongur verður skiftur.
4 Tí hitt nívandi ok teirra, puttin, ið lagdur varð um rygg teirra, stav hansara, sum rak tey, hevur Tú brotið sundur - sum dag Midjans.
5 Ja, hvør skógvur, sum teir vóru í, táið bardagin leikaði, og hvørt plagg, sum dálkað er í blóði, skal brennast og enda sum føði eldsins.
6 Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
7 Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara; tað skal verða styðjað og hildið uppi við rætti og rættvísi, frá nú og til ævigar tíðir; álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta!
8 Orð sendir Harrin móti Jákupi, tað slær niður í Ísrael;
9 alt fólkið skal sanna tað, Efra’im og teir, sum í Samaria búgva, teir, sum í hugmóði og stoltleika hjartans siga:
10 "Múrar av tigulgróti fullu, men vit skulu byggja upp aftur við høgdum gróti; morberjatrø eru feld, men vit skulu seta sedristrø í staðin!"
11 Tí gevur HARRIN mótstøðumonnum Rezins vald yvir tí, og Hann vápnar fíggindar teirra,
12 Sýrlendingar frammanfrá og Filistarar aftanfrá; teir eta Ísrael við gapandi munni. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
13 Men fólkið vendir ikki við til Hansara, sum slær tað; tey søkja ikki HARRAN Gud herskaranna.
14 Tí høggur HARRIN av Ísrael bæði høvur og hala, bæði pálma og sev, alt ein dag.
15 Hin elsti og nógv umhildni er høvdið, lygiprofeturin er halin.
16 Leiðararnir hjá hesum fólki eru villleiðarar, og tey, sum lata seg leiða, teimum er úti við.
17 Tí hevur HARRIN onga gleði av ungu monnum tess, tí tykist Honum ikki synd í hinum faðirleysu og einkjum tess; tí øll somul eru tey gudleys og gera tað, ið ilt er, og hvør muður talar dárskap. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.
18 Tí gudloysi brennir sum eldur, tað oyðir torn og tistil, og tað setur eld á tjúkkasta skóg, so hann fer upp í roykskýggi.
19 Vegna vreiði HARRANS Guds herskaranna stendur landið í loga, og fólkið verður føði eldsins - tey spara ikki hvørt annað!
20 Tey bíta til høgru - og hungra kortini; tey eta til vinstru - og verða ikki mett; hvør etur kjøtið av sínum egna armi.
21 Manasse etur Efra’im, og Efra’im Manasse; báðir tilsamans leypa teir á Juda. Men oman á alt hetta stillast vreiði Hansara ikki, og hond Hansara er útrætt við sama lagi.