Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tann dag skal hesin songur verða sungin í Judalandi: "Sterkan stað hava vit, frelsu setur Hann til múr og vernd.
2 Latið upp portrini, so rættvíst fólk fær gingið inn, fólk, ið heldur fast við trúskap!
3 Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann.
4 Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur!
5 Tí Hann hevur eyðmýkt tey, sum búðu á hæddini, ja, hin høga stað; Hann stoytti honum til jarðar, sló hann niður í dustið.
6 Hann varð traðkaður undir fótum, undir fótum fátækra, undir iljum teirra, sum lítið hava at týða."
7 Gøta hins rættvísa er sløtt; Tú slættar veg hins rættvísa.
8 Á vegi dóma Tína væntaðu vit Teg eisini, HARRI; eftir navni Tínum og minni Tínum tráaði sál okkara.
9 Sál mín tráaði eftir Tær um náttina, og andi mín innan í mær søkti Teg. Tí við tað sama sum dómar Tínir ráma jørðina, læra tey rættferð, sum á jarðarríki búgva.
10 Verður náði víst hinum gudleysa, lærir hann aldri rættferð; í rættvísilandi ger hann órætt og sær ikki hátign HARRANS.
11 HARRI! Høgt var hond Tín lyft upp, men tey sóu tað ikki; tey fingu at síggja íðinskap Tín fyri fólkinum og vórðu til skammar, ja, eldur oyddi fíggindar Tínar.
12 HARRI! Tú skalt gera, at vit fáa frið; tí alt, ið vit hava gjørt, hevur Tú avrikað fyri okkum.
13 HARRI Gud okkara! Aðrir harrar enn Tú hava rátt yvir okkum, men eina navni Tínum prísa vit.
14 Deyð livna ikki upp aftur, deydningar rísa ikki upp; tí heimsøkir og oyðir Tú tey og gert hvørt minni um tey til einkis.
15 Tú letur fólkið nørast, HARRI, Tú letur fólkið nørast og vísir dýrd Tína, Tú flytur øll mark landsins langt út.
16 HARRI! Í neyðini leitaðu tey til Tín; tey sendu upp stillar bønir, táið tykt Tín kom á tey.
17 Sum hon, ið er við barn og hevur fingið ilt, ringist og gevur seg í verkjunum, so var við okkum fyri ásjón Tíni, HARRI!
18 Vit vóru við barn, vit ringdust; men táið vit áttu, var tað einki uttan vind; onga frelsu fingu vit landinum, og eingin heimsbúgvi varð føddur.
19 Hini deyðu Tíni skulu livna upp aftur, lík míni skulu rísa upp. Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva! Tí døgg ljóssins er døgg Tín, og jørðin gevur deydningar aftur til lívs.
20 Far, fólk Mítt, far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin!
21 Tí HARRIN fer út úr bústaði Sínum at straffa tey, sum á jørðini búgva, fyri misbrot teirra; og jørðin skal lata blóðið, ið runnið er á henni, koma fyri ljósið og ikki longur fjala tey, sum dripin eru á henni.