Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hetta er tað, ið Esaias, sonur Amoz, skoðaði um Juda og Jerúsalem.
2 So skal verða á síðstu døgum, at fjallið, ið hús HARRANS stendur á, skal vera grundfest á fjallatindunum og høgt yvir øllum hæddum. Hagar skulu øll fólkini streyma;
3 ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: "Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!" Tí av Zion skal ganga út opinbering, og orð HARRANS úr Jerúsalem.
4 Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.
5 Kom, hús Jákups, latið okkum ganga í ljósi HARRANS!
6 Tí Tú hevur vrakað fólk Títt, hús Jákups, av tí at tey eru full av eysturlendskum gandi, spáa eins og Filistarar og fylla landið við fólki av fremmandari ætt.
7 Land teirra er fult av silvuri og gulli, og á skattum teirra er eingin endi; land teirra er fult av hestum, og ikki stendur til at telja vagnar teirra.
8 - Og land teirra er fult av avgudum! Handaverk sítt tilbiðja tey, tað, sum fingrar teirra hava gjørt!
9 Men menniskjan skal verða boygd, maðurin eyðmýktur - fyrigev teimum ikki!
10 Far inn í bergið, fjal teg í dustinum fyri ræðslu HARRANS og fyri dýrd hátignar Hansara!
11 Menniskjan skal sláa niður stoltu eygu síni, hugmóð mannanna skal verða boygt, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN.
12 Tí dag hevur HARRIN Gud herskaranna sett til dóm yvir alt stolt og høgt, yvir alt tað, sum lyftir seg upp - tað skal verða eyðmýkt!
13 - ja, yvir øll sedristrøini á Libanon, hini høgu og stoltu, og yvir allar eikir Basans,
14 yvir øll hini høgu fjøll og allar hinar stoltu hæddir,
15 yvir hvørt høgt torn og hvønn fastan múr,
16 yvir øll tarsisskip - ja, yvir alt, sum fagurt er at skoða.
17 Tá skal hugmóð menniskjunnar verða boygt, og stoltleiki mannanna verða eyðmýktur, og hin dag skal eingin vera høgur uttan HARRIN.
18 Og avgudarnir - teimum skal vera heilt úti við.
19 Og menniskjuni skulu fara inn í gjáir fjallanna og í jarðholur fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina.
20 Tann dag skulu menniskjuni kasta gudar sínar av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt sær at tilbiðja, fyri moldvørpur og flogmýs
21 og fara inn í gjáir fjallanna og í bergskorar fyri ræðslu HARRANS og dýrd hátignar Hansara, táið Hann reisir Seg og ræðir jørðina.
22 - So gevið nú uppat at líta á menniskju, sum bert eiga lítlan lívsblástur í nøsini! Hvat er at leggja í tey!