1 | Táið Ezekias kongur hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, sveipaði syrgibúna um seg og fór inn í hús HARRANS. |
|
2 | Og hann sendi Eljakim hallarstjóra og Sebna ríkisskrivara og hinar elstu av prestunum, sveipaðar í syrgibúna, til Esaias profet, son Amoz. |
|
3 | Teir søgdu við hann: "Ezekias letur siga: "Hetta er neyðar-, revsingar- og vanærudagur; tí barnið er komið í burðarliðin, men eingin máttur er at bera tað í heim. |
|
4 | Kanska HARRIN Gud tín vil hoyra tað, ið Rabsake hevur sagt, hann, sum harri hansara, kongurin í Assýria, hevur sent at háða hin livandi Gud, og kanska Hann fer at straffa hann fyri orðini, ið HARRIN Gud tín hevur hoyrt - send tí upp bøn fyri leivdini, ið enn er eftir!"" |
|
5 | Táið menn Ezekiasar kongs komu til Esaias, |
|
6 | segði hann við teir: "So skulu tit svara harra tykkara: So sigur HARRIN: Óttast ikki orðini, ið tú hevur hoyrt, sum tænarar assýriakongs hava háðað Meg við! |
|
7 | Eg skal geva anda í hann, og hann skal fáa tíðindi at hoyra, so hann vendir aftur til land sítt, og í hansara egna landi skal Eg lata hann falla fyri svørði!" |
|
8 | Rabsake vendi so aftur og hitti kongin í Assýria, sum tá var farin at kringseta Libna; tí hann hevði frætt, at kongurin var farin avstað úr Lakis. |
|
9 | So fekk hann tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann. Táið hann frætti tað, sendi hann Ezekiasi boð og segði: |
|
10 | "So skulu tit siga við Ezekias kong í Juda: "Lat ikki Gud tín, sum tú setur álit títt á, fáa villleitt teg, so tú hugsar sum so: "Jerúsalem skal ikki falla í hendur assýriakongs!" |
|
11 | - Tú hevur jú kortini hoyrt, hvat kongarnir í Assýria hava gjørt við øll lond, hvussu teir hava lagt tey í oyði - og tú skuldi sloppið undan! |
|
12 | Hava gudar tjóðanna frelst tey, sum fedrar mínir løgdu í oyði: Gozan, Karan, Rezef og Edensmenn í Telazzar! |
|
13 | Hvar er nú kongurin í Hamat, kongurin í Arpad ella kongurin í býnum Sefarvajim, í Hena og Ivva!"" |
|
14 | Táið Ezekias hevði tikið við brævinum frá sendimonnunum og lisið tað, fór hann niðan í hús HARRANS, og har breiddi Ezekias tað út fyri ásjón HARRANS. |
|
15 | Síðani bað Ezekias hesa bøn fyri ásjón HARRANS: |
|
16 | "HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum! Eingin uttan Tú er Gud yvir øllum ríkjum á jørðini, Tú hevur gjørt himmal og jørð! |
|
17 | Boygg nú oyra Títt, HARRI, og hoyr! Lat nú upp eygu Tíni, HARRI, og hygg! Hoyr øll orðini, ið Sankerib hevur sent at háða hin livandi Gud við! |
|
18 | Tað er satt, HARRI, at kongarnir í Assýria hava lagt í oyði allar tjóðir og lond teirra |
|
19 | og kastað gudar teirra í eldin - men teir eru ikki Gudar, teir eru handaverk manna, viður og steinur, tí fingu teir forkomið teimum! |
|
20 | Men frels okkum nú, HARRI Gud okkara, undan hond hansara, so øll ríki á jørðini kunnu sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og eingin uttan Tú!" |
|
21 | Nú sendi Esaias, sonur Amoz, Ezekiasi boð og læt siga: "So sigur HARRIN Gud Ísraels, sum tú hevur biðið til viðvíkjandi Sankerib kongi í Assýria |
|
22 | Hetta er orðið, ið HARRIN hevur talað móti honum: Hon háðar, hon spottar teg, moyggin, dóttir Zion, dóttir Jerúsalem ristir við høvdinum eftir tær! |
|
23 | Hvønn hevur tú háðað og spottað! Hvørjum hevur tú lyft rødd tína móti! Móti hinum Heilaga Ísraels hevur tú í hugmóði lyft eygunum! |
|
24 | Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: "Við mongu vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg upp á hægsta tindin har, inn í skógin, har hann er tættastur. |
|
25 | Eg gróv brunnar og drakk vatn úr teimum, við iljum mínum turki eg upp allar áir Egyptalands!" |
|
26 | - Hevur tú ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað koma, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur. |
|
27 | Og tey, sum búðu har, gjørdust máttleys, tey ræddust og stóðu til skammar; tey vórðu sum grasið á markini og sum hinar grønu urtir, sum grasið á tekjunum og sum korn, ið er svidnað, áðrenn tað er staðið. |
|
28 | Eg síggi, táið tú setur og reisir teg, Eg veit, táið tú fert og kemur, og hvussu tú leikar óður móti Mær. |
|
29 | Men aftur fyri at tú leikar óður móti Mær, og Eg hoyri, hvussu hugmóðigur og tryggur tú ert, skal Eg seta ring Mín í nøs tína og boksl Mítt í munn tín og leiða teg aftur, sama veg sum tú komst! |
|
30 | Og hetta skalt tú hava til tekin: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta, planta víngarðar og eta ávøkst teirra. |
|
31 | Og hin bjargaða leivd av húsi Juda skal av nýggjum festa røtur niðureftir og bera ávøkst í erva. |
|
32 | Tí úr Jerúsalem skal ganga út leivd, og undansloppin av Zionsfjalli - álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta. |
|
33 | Tí sigur HARRIN so um kongin í Assýria: Hann skal ikki koma inn í henda stað og ikki skjóta píl inn í hann; hann skal ikki herja á hann við skjøldum og ongan virkisvegg laða móti honum! |
|
34 | Sama veg sum hann kom, skal hann fara avstað aftur, og inn í henda stað skal hann ikki koma - sigur HARRIN! |
|
35 | Eg skal verja henda stað og frelsa hann - fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld." |
|
36 | So fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185 000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík. |
|
37 | Tá fór hann avstað, Sankerib kongur í Assýria; hann fór heimaftur og helt seg síðani í friði í Nineve. |
|
38 | Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann. |
|
|