Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 54
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Fegnast, tú ófruktbara, tú, ið ikki hevur føtt! Sker í gleðisong og ver fró, tú, sum ikki hevur havt verkir! Tí børn hinnar einsligu kvinnu eru fleiri enn hennara, sum hevur mann - sigur HARRIN.
2 Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!
3 Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir.
4 Óttast ikki - tú skalt ikki verða til skammar! Lat ikki spottið gera tær mun - tú skalt ikki standa vónbrotin! Nei, skomm ungdóms tíns skalt tú gloyma, og vanæru einkjutíðar tínar skalt tú ikki minnast longur.
5 Tí skapari tín er ektamaður tín - HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara - og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.
6 Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður - hvør fer at havna hana! sigur Gud tín.
7 Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg.
8 Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær - sigur HARRIN, endurloysari tín.
9 Sum nóaflóð er hetta Mær; so sum Eg svór, at nóaflóð skuldi ikki koma yvir jørðina uppaftur, havi Eg nú svorið, at Eg skal ikki verða illur við teg ella deila teg.
10 Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast - sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.
11 Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;
12 Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!
13 Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.
14 Við rættvísi skalt tú verða grundfest; lat angist vera langt frá tær, tí tú skalt einki hava at óttast! Ver trygg fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma tær nær!
15 Taka teir seg saman ímóti tær, er tað ikki eftir vilja Mínum; teir, sum taka seg saman ímóti tær, skulu falla fyri tær.
16 Tað eri Eg, ið skapi smiðin, sum blæsur í koleldin og framleiðir amboð til verk sítt, og tað eri Eg, ið skapi oyðaran til at forkoma.
17 Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. - Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær - sigur HARRIN.