1 | Hoyrið Meg, tit, sum stevna eftir rættvísi, tit, sum søkja HARRAN! Skoðið bergið, sum tit eru brotin úr, og námið, sum tit eru høgd út úr! |
| 2 | Hyggið á Ábraham, faðir tykkara, og á Sáru, sum føddi tykkum! Tí meðan hann enn ikki var meir enn ein, kallaði Eg hann, og Eg signaði hann og gjørdi hann til mong. |
| 3 | Tí HARRIN troystar Zion, troystar allar toftirnar har; Hann ger oyðimørkina har Eden líka og heiðina har sum urtagarð HARRANS; frøi og gleði skulu vera har, tøkk og lovsongur. |
| 4 | Hoyr Meg, fólk Mítt! Lurta eftir Mær, tú samkoma Mín! Tí lóg skal ganga út frá Mær, og rætt Mín skal Eg seta tjóðunum til ljós. |
| 5 | Rættvísi Mín er nær, frelsa Mín kemur undan, og armar Mínir skulu hjálpa fólkunum til rætt; eftir Mær skulu oyggjarnar bíða, og armur Mín skal vera vón teirra. |
| 6 | Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey, sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa Mín skal vara til ævigar tíðir, og rættvísi Mín skal aldri halda uppat. |
| 7 | Lurtið eftir Mær, tit, sum kenna rættvísi, tú fólk, sum hevur lóg Mína í hjartanum! Óttist ikki spott menniskjanna, og ræðist ikki háðorð teirra! |
| 8 | Tí mølur skal eta tey upp sum plagg, og maðkur skal eta tey upp sum ull; men rættvísi Mín skal vara til ævigar tíðir, og frelsa Mín mann eftir mann. |
| 9 | Vakna, vakna, lat teg í styrki, tú armur HARRANS! Vakna, sum í gomlum døgum, sum í fornum tíðum! Var tað ikki tú, sum feldi Rahab og stakst havódýrið! |
| 10 | Var tað ikki tú, sum turkaði upp havið, vatnið í hinum stóra djúpi, og sum gjørdi havsbotnin til veg, so hitt frelsta fólkið fekk gingið ígjøgnum tað! |
| 11 | Ja, endurloystu HARRANS skulu koma aftur og koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði skulu tey fáa, sorg og suff skulu flýggja. |
| 12 | Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum. - Hvør ert tú, at tú ræðist menniskjað, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt, |
| 13 | og gloymir HARRAN, skapara tín, Hann, sum tandi út himmalin og grundfesti jørðina, og altíð - allan dagin - óttast vreiði kúgarans, táið hann ger seg til at oyða! - Hvar er tá vreiði kúgarans? |
| 14 | Skjótt skal tann verða loystur, sum í leinkjum liggur; hann skal ikki doyggja og fara í grøvina, og honum skal ikki fattast breyð. |
| 15 | Tí Eg eri HARRIN Gud tín, sum øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa - HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara. |
| 16 | Og Eg legði orð Míni í munn tín og fjaldi teg undir skugga handar Mínar - til at planta himmalin og grundfesta jørðina og siga við Zion: "Tú ert fólk Mítt!" |
| 17 | Vakna, vakna, reis teg, Jerúsalem, tú, sum av hond HARRANS hevur fingið vreiðiskál Hansara at drekka! Hina stóru sløðriskál hevur tú drukkið úr - til síðsta dropa. |
| 18 | - Av øllum børnunum, ið hon hevur føtt, er eingin, sum leiðir hana, og av øllum sonunum, ið hon hevur fostrað, er eingin, sum tekur í hond hennara. |
| 19 | Hesi bæði rámtu teg: - hvørjum tykist synd í tær! - Oyðing og undirgangur, hungur og svørð - hvussu skal Eg troysta teg! |
| 20 | Børn tíni lógu máttleys á hvørjum vegamóti, sum hjørturin í netinum - full av brennandi vreiði HARRANS, av hóttum Guds tíns. |
| 21 | Hoyr tí hetta, tú arma, tú, sum ert drukkin - men ikki av víni -! |
| 22 | So sigur HARRIN, Harri tín, Gud tín, Hann, sum flytur mál fólks Síns: Eg taki sløðriskálina úr hond tíni, hini stóru vreiðiskál Míni skalt tú ikki drekka meiri úr; |
| 23 | og Eg gevi kúgarum tínum hana í hondina, teimum, sum søgdu við teg: "Legg teg niður, so vit fáa gingið á tær!" - Og tú gjørdi rygg tín jørðini líkan, teimum til veg, sum gingu eftir honum! |
| |
|