1 | Vei tær, oyðari tín, sum sjálvur ikki ert oyddur, ránsmaður tín, sum eingin hevur rænt frá! Táið tú ert liðugur at oyða, skalt tú verða oyddur; táið tú ert givin uppat at ræna, skal verða rænt frá tær! |
| 2 | HARRI, ver okkum náðigur! Eftir Tær bíða vit - ver armur okkara hvønn morgun, ja, frelsa okkara á neyðarstund! |
| 3 | Fyri torurøddini flýggja fólkini; táið Tú reisir Teg, spjaðast fólkasløgini. |
| 4 | Fongur tykkara verður tikin upp, eins og grashoppan hentar; teir kasta seg yvir hann sum grashoppuflokkar. |
| 5 | Høgur er HARRIN, tí Hann býr á hæddini; Hann fyllir Zion við rætti og rættvísi. |
| 6 | Og tryggar tíðir skulu koma hjá tær, ríkdómur av frelsu, av vísdómi og kunnskapi; ótti HARRANS skal vera skattur tín. |
| 7 | Hoyr, kappar teirra rópa harúti, friðarboðini gráta sárt! |
| 8 | Vegirnir eru oydnir, einki ferðafólk er longur - hann hevur brotið sáttmálan, vanvirt býirnar, menniskju roknar hann fyri einki. |
| 9 | Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær. |
| 10 | Nú rísi Eg upp, sigur HARRIN, nú reisist Eg; Eg verði ikki sitandi longur nú. |
| 11 | Tit ganga við hoyggi og føða hálm; andablástur tykkara er eldur, ið etur tykkum sjálv upp; |
| 12 | fólkasløg skulu verða brend til kálk; tey skulu verða sum avhøgdir tornakvistar, ið verða uppbrendir. |
| 13 | Hoyrið, tit, sum langt burtur eru, hvat Eg havi gjørt, og kennið styrki Mína, tit, sum nær eru! |
| 14 | Syndarar nøtra á Zion, skjálvti er komin á hini gudleysu: "Hvør kann búgva hjá oyðandi eldi! Hvør kann búgva hjá ævigum bálum!" |
| 15 | Tann, sum livir í rættvísi og talar av sonnum hjarta; tann, ið vanvirðir tað, sum vinst við órætti og yvirgangi; tann, ið ristir hendurnar, so hann nemur ikki gávu, sum stingur aftur í oyruni, so hann lurtar ikki eftir blóðráðum, og sum letur aftur eyguni, so hann hyggur ikki á tað, ið ónt er. |
| 16 | Hann skal búgva høgt; fjallaborgir skulu vera vernd hansara; breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum. |
| 17 | Eygu tíni skulu fáa Kongin at síggja í dýrd Hansara, tey skulu skoða vítt land. |
| 18 | Hjarta títt skal minnast aftur á ræðsluna: "Hvar er nú hann, sum skrivaði upp! Hvar er hann, sum vigaði peningin! Hvar er hann, sum taldi tornini!" |
| 19 | Hitt villa fólkið skalt tú ikki síggja meir, fólkið við hinum torføra máli, ið fatast ikki, við hini stamandi tungu, ið skilst ikki. |
| 20 | Hygg Zion, býurin, har hátíðarstevnur okkara verða hildnar! Eygu tíni skulu síggja Jerúsalem sum tryggan bústað, sum tjald, ið ikki verður flutt; hælirnir verða aldri upptiknir, og togini verða aldri sundurslitin. |
| 21 | Men har skulu vit hava HARRAN, hin veldiga, í staðin fyri breiðar áir og streymar; eingin róðrarskúta skal fara har, einki veldigt langskip skal sigla har. |
| 22 | Tí HARRIN er dómari okkara, HARRIN er lóggevari okkara, HARRIN er kongur okkara - Hann skal frelsa okkum. |
| 23 | Lin hanga spenni tíni, tey styðja ikki mastrina, tey halda ikki seglunum uppi - tá verður mongd av rændum fongi skift, ja, um tað so eru lamin, røva og ræna tey. |
| 24 | Og eingin, sum býr har, skal siga: "Eg eri sjúkur." - Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna. |
| |
|