1 | HARRI, Tú ert Gud mín, eg prísi Tær, lovi navni Tínum! Tí Tú hevur gjørt undurverk, ráð Tíni frá forðum eru sannleiki og trúfesti. |
| 2 | Tí Tú hevur gjørt bý til grótrúgvu, hin víggirda stað til eyrdunga; Tú hevur lagt í oyði borgir hinna fremmandu, tær skulu aldri verða upp aftur bygdar. |
| 3 | Tí skal sterk tjóð heiðra Teg, staður villa heidninga óttast Teg. |
| 4 | Tí Tú hevur verið honum vernd, sum lítið hevur at týða, hinum fátæka vernd í neyðini, skjól í áarføri, skuggi í hita; tí øði yvirgangskroppanna er sum skúrur móti veggi. |
| 5 | Sum Tú letur hitan minka í turrum landi, doyvir Tú gangin av hinum fremmandu, ja, sum hitin minkar í skugganum av skýggi, verður songur yvirgangskroppanna doyvdur. |
| 6 | HARRIN Gud herskaranna skal á hesum fjalli gera øllum tjóðum veitslu, veitslu við feitum rættum, veitslu við gomlum víni, við feitum, mergjaðum rættum, við kláraðum, gomlum víni. |
| 7 | Og Hann skal á hesum fjalli gera til einkis slørið, ið fjalir øll fólkasløg, og sveipið, ið lagt er yvir allar tjóðir. |
| 8 | Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin HARRIN skal turka tárini av hvørjum andliti og gera enda á vanæru fólks Síns um alla jørðina - tí HARRIN hevur talað. |
| 9 | Tann dag skal verða sagt: "Hyggið, har er Gud okkara, Hann, sum vit bíðaðu eftir, skuldi frelsa okkum, hetta er HARRIN, sum vit bíðaðu eftir - latið okkum fegnast og gleðast í frelsu Hansara!" |
| 10 | Tí hond HARRANS skal hvíla á hesum fjalli; men Móab skal verða traðkað niður, har tað stendur, eins og hálmur verður traðkaður niður í køstavatn. |
| 11 | Og tað skal breiða út hendur sínar har, eins og svimjarin breiðir út hendurnar at svimja; men HARRIN skal eyðmýkja hugmóð tess, hvussu mong brøgd tað so roynir at gera við hondunum. |
| 12 | Hann skal ríva niður og koyra um koll hinar reystu múrar, ið eru vernd tín; Hann slættar teir við jørðina, so teir liggja í dustinum. |
| |
|