Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 41
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tigið og lurtið eftir Mær, tit oyggjar! Og fólkini lati seg í nýggja kraft, tey komi higar og taki til orða - latið okkum saman stíga fram fyri rættin!
2 Hvør hevur vakt upp henda í eystri, henda, sum sigurin fylgir, hvar hann so setur fót sín! Hvør leggur fólkasløg undir vald hansara og letur hann ráða yvir kongum! Hvør ger svørð teirra til dust, bogar teirra til hálm, sum vindurin blæsur burt!
3 Hann eltir teir, heldur fram í trygd tann veg, sum føtur hansara aldri áður hava stigið á.
4 Hvør hevur útint og gjørt hetta! - Hann, sum í upphavi kallaði ættirnar fram, Eg, HARRIN, sum eri hin fyrsti, og sum eisini hjá hinum síðstu eri hin sami!
5 Oyggjar síggja tað og ræðast; jørðin, so víð sum hon er, skelvur. Teir nærkast hvør øðrum og koma saman.
6 Hvør hjálpir øðrum og sigur við bróður sín: "Ver hugreystur!"
7 Træsmiðurin setur mót í gullsmiðin, koparsmiðurin í jarnsmiðin; hann sigur um loddingina: "Hon er góð!" og festir síðani myndina við nøglum, so hon dettur ikki umkoll.
8 - Og tú Ísrael, tænari Mín, Jákup, sum Eg útvaldi, tú, ið ert ættaður frá Ábrahami, vini Mínum,
9 tú, ið Eg tók frá endum jarðarinnar og rópti frá ytstu hornum hennara, tú, ið Eg segði við: "Tú ert tænari Mín, Eg havi útvalt teg og ikki vrakað teg!"
10 - Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
11 Teir skulu verða til spott og skomm, allir, ið eru hatskir á teg; teir skulu verða til einkis og ganga til grundar, menninir, sum eru ímóti tær.
12 Tú skalt leita eftir teimum og ikki finna teir, menninar, ið kjakast við teg; teir skulu verða til einkis, menninir, ið herja á teg; endi skal verða á teimum.
13 Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: "Óttast ikki! Eg hjálpi tær!"
14 - Óttast ikki, Jákup, maðkur tín, tú lítli flokkur Ísraels. Eg hjálpi tær! sigur HARRIN, og frelsari tín er hin Heilagi Ísraels.
15 Eg geri teg til treskisleðu, nýggja við nógvum tonnum; tú skalt treskja fjøll og mylja tey smátt, og heyggjar skalt tú gera sum sáðir;
16 tú skalt skumpa tey við skuplu, og vindurin skal hava tey avstað fyri sær, stormurin spjaða tey sundur. Men tú skalt fegnast í HARRANUM, rósa tær av hinum Heilaga Ísraels.
17 Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennur av tosta. - Eg, HARRIN, skal bønhoyra tey, Eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin.
18 Eg skal lata áir vella upp á naknum heyggjum og keldur mitt í dølum; Eg skal gera oyðimørkina til tjørn og turt land til vatnríkar keldur.
19 Eg skal lata vaksa upp í oyðimørkini sedristrø, akasiur, myrtustrø og oljutrø; Eg skal lata grógva á heiðini sypristrø, alm og bukstræ
20 - so tey øll somul kunnu síggja og sanna, leggja sær á hjarta og skilja, at hond HARRANS hevur gjørt hetta, at hin Heilagi Ísraels hevur skapt tað!
21 Berið nú fram málevni tykkara! sigur HARRIN; komið fram við prógvum tykkara! sigur kongur Jákups.
22 Lat teir nú stíga fram og kunngera okkum tað, ið fer at henda! Sigið, hvat tað er, ið tit áður hava spátt, so vit kunnu akta eftir tí og síggja, hvussu tað royndist! Ella latið okkum hoyra tað, ið fer at koma!
23 Kunngerið, hvat ið fer at henda hereftir, so vit kunnu síggja, at tit eru Gudar! Ja, gerið okkurt gott ella okkurt ilt, so vit kunnu standa bilsnir og síggja tað alt samalt!
24 - Nei, tit eru einki, og verk tykkara er púrt einki! Andstygd er tann, ið velur tykkum!
25 Eg vakti hann úr norðri, og hann kom, ja, frá upprisi sólar tann, ið skal ákalla navn Mítt; hann skal traðka niður høvdingar sum leir, eins og leirkerasmiðurin traðkar leir sítt.
26 Hvør hevur kunngjørt hetta frá fyrstum av, so vit fingu tað at vita, frammanundan, so vit kundu siga: "Hann hevði rætt!" - Nei, eingin hevur kunngjørt nakað, eingin hevur sagt frá nøkrum, og eingin hevur hoyrt tykkum siga nakað!
27 Eg eri hin fyrsti, sum sigur við Zion: "Hygg, hygg, har eru tey!" og sum sendir Jerúsalem gleðiboð.
28 Eg hyggi rundan um Meg - men har er eingin! Eingin teirra veit ráð, so Eg kundi spurt teir, og teir kundu givið Mær svar.
29 Hygg teir allir! Verk teirra eru einki - púrt einki, myndir teirra eru vindur og tómleiki!