Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 66
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 So sigur HARRIN: Himmalin er hásæti Mítt, og jørðin er fótaskammul Mín - hvat hús kunnu tit byggja Mær, og hvar er staðið, ið skuldi kunnað verið bústaður Mín!
2 Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til - sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum.
3 - Hann, ið drepur tarv, er sum hann, ið drepur mann; hann, ið ofrar lamb, er sum hann, ið brýtur hálsin á hundi; hann, ið ofrar matoffur, er sum hann, ið ofrar svínablóð; hann, ið brennir roykilsi, er sum hann, ið prísar avgudum. Eins og tey hava valt sínar egnu leiðir, og eins og sál teirra gleðir seg í andstygdum teirra,
4 so skal Eg velja at gera teimum ilt, og tað, ið tey ræðast, skal Eg lata koma á tey - aftur fyri at eingin svaraði, táið Eg rópti, eingin lurtaði eftir, táið Eg talaði - nei, tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki.
5 Hoyrið orð HARRANS, tit, ið skelva fyri orði Hansara! Brøður tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum frá sær fyri navns Míns skuld, siga: "Lat HARRAN vísa dýrd Sína, so vit fáa gleði tykkara at síggja!" - Men teir skulu verða til skammar!
6 Hoyrið óljóðið úr býnum! Rødd hoyrist úr templinum, rødd HARRANS - Hann lønir fíggindum Sínum tað, ið teir hava gjørt!
7 Áðrenn hon fekk ilt, átti hon; áðrenn verkirnir komu á hana, hevur hon átt drong.
8 Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður land borið í heim eftir einum degi! Verður tjóð fødd eftir eini løtu! - síðani Zion átti synir sínar, við tað sama sum hon fekk ilt.
9 Skuldi Eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verðið føtt! sigur HARRIN. Ella skuldi Eg, sum lati tað koma til, síðani stongt móðurlívið! sigur Gud tín.
10 Gleðist við Jerúsalem og fegnist um hana, øll tit, ið elska hana! Frøist stórliga við henni, øll tit, ið syrgja um hana,
11 so tit kunnu súgva og mettast av lívgandi brósti hennara, súgva og gleðast av stóru dýrd hennara!
12 Tí so sigur HARRIN: Eg lati frið koma yvir hana eins og ánna og ríkidømi tjóðanna eins og løk, ið fløðir yvir bakkarnar, og tit skulu sleppa at súgva; á arminum skulu tit verða borin, og í fanginum skulu tit verða yndað.
13 Sum móðir uggar barn sítt, skal Eg troysta tykkum; í Jerúsalem skulu tit verða troystað.
14 Tit skulu síggja tað, og hjarta tykkara skal gleðast; bein tykkara skulu grønkast sum grasið, og síggjast skal, at hond HARRANS er við tænarum Hansara, men at Hann er illur við fíggindar Sínar.
15 Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin - til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi;
16 tí við eldi skal HARRIN halda dóm og við svørði Sínum sláa alt hold, og mong skulu tey verða, ið HARRIN drepur.
17 Tey, sum halga og reinsa seg fyri urtagørðum - fylgjandi einum, ið er mitt ímillum teirra - tey, sum eta svínakjøt og viðurstyggilig dýr, ja, mýs, skulu øll somul umkomast - sigur HARRIN.
18 Eg, Eg geri verk og hugsanir teirra til einkis; tann tíð kemur, táið Eg savni allar tjóðir og øll tungumál, og tey skulu koma og síggja dýrd Mína.
19 Og Eg skal gera tekin millum teirra og senda nøkur av teimum, sum undansloppin eru, til tjóðirnar, til Tarsis, Pul og Lud - bogamenninar - til Tubal og Javan, til oyggjarnar langt burtur, sum ikki hava hoyrt tíðindini um Meg og ikki sæð dýrd Mína; og tey skulu millum fólkasløgini kunngera dýrd Mína.
20 Og frá øllum tjóðum skulu tey koma við øllum brøðrum tykkara sum matofri til HARRAN, á hestum, í vagnum, í beristólum, á múldýrum og á kamelum, og føra teir niðan á heilaga fjall Mítt í Jerúsalem - sigur HARRIN - eins og Ísraelsmenn í reinum íløtum bera matofrið inn í hús HARRANS.
21 Eisini av teimum skal Eg taka Mær nakrar til prestar, til Levitar - sigur HARRIN.
22 Tí eins og hin nýggi himmalin og hin nýggja jørðin, ið Eg skapi, verða verandi til ævigar tíðir fyri ásjón Míni - sigur HARRIN - so skal eisini avkom og navn tykkara verða verandi til ævigar tíðir.
23 Hvønn sólkomudag og hvønn sabbat skal alt hold koma at tilbiðja fyri ásjón Míni, sigur HARRIN.
24 Og tey skulu fara út og hyggja at hinum deyðu kroppum teirra manna, ið falnir eru frá Mær; tí ormur teirra skal ikki doyggja, eldur teirra skal ikki sløkna, og teir skulu vera øllum holdi viðurstygd.