Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um havoyðimørkina. Sum stormur, ið fer fram í Suðurlandinum, kemur tað úr oyðimørkini, úr hinum øgiliga landi.
2 Svár sjón er mær kunngjørd: "Ránsmenn ræna, hermenn herja! Fram, Elam, herja á, Media! - Hvørjum suffi geri Eg enda á!"
3 Tí skelva lendar mínar; verkir koma á meg sum á kvinnuna, ið føðir; eg ringist so, at eg hoyri einki, eg eri so ræðslusligin, at eg síggi einki.
4 Hjarta mítt er í ørviti, eg vil køvdna av ræðslu; kvøldarstundin, ið mær longdist eftir, fyllir meg nú við angist.
5 Teir seta borðini fram, vaktin vakir; teir eta og drekka - "upp, høvdingar, salvið skjøldirnar!"
6 Tí so segði HARRIN við meg: "Far og set út vaktarmannin! Tí, sum hann sær, skal hann siga frá.
7 Sær hann fylgi, ríðandi menn, tveir og tveir, fylgi av eslum, fylgi av kamelum, skal hann akta eftir, ja, akta væl eftir!"
8 Hann rópti sum leyva: "Harri, her standi eg á vakt støðugt, allan dagin, og eg verði verandi her og hyggi eftir nátt eftir nátt!
9 Og hygg, nú kemur her fylgi av monnum, ríðandi menn, tveir og tveir!" - Og hann tók til orða og segði: "Fallið, fallið er Bábel! Allar gudamyndir tess hevur hann sorað sundur, líka í grund!"
10 - Á, tú sundursoraða, treskta fólk Mítt! Tað, sum eg havi hoyrt frá HARRANUM Gudi herskaranna, frá Gudi Ísraels, havi eg kunngjørt tykkum.
11 Spádómur um Duma. Teir rópa til mín úr Se’ir: "Vaktari, hvat líður náttini? Vaktari, hvat líður náttini?"
12 Vaktarin svarar: "Morgunin er komin, og tó er nátt! Vilja tit spyrja, so spyrjið - komið aftur!"
13 Spádómur um Arabia. Í skóginum í Arabia skulu tit vera um náttina, tit ferðamannafylgi úr Dedan!
14 Tey eru farin út móti hinum tystu við vatni, tey, sum búgva í Temalandi; út móti teimum, sum flýggja, eru tey farin við breyði.
15 Tí tey flýggja undan svørðinum, undan hinum drigna svørði, undan hinum spenta boga, undan tyngd ófriðarins.
16 Tí so hevur Harrin sagt við meg: "Eitt ár enn - sum dagløntur maður roknar árið - so skal vera úti við allari dýrd Kedars.
17 Fáir skulu bogarnir vera, ið eftir eru hjá køppum Kedars - tí HARRIN Gud Ísraels hevur talað."