Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Egyptaland. HARRIN fer fram á løttum skýggi og kemur til Egyptalands; gudar Egyptalands skelva fyri ásjón Hansara, og hjørtu Egypta bráðna í brósti teirra.
2 Eg skal øsa Egypta móti Egypta, so teir berjast, bróðir við bróður og vinur við vin, býur við bý og ríki við ríki.
3 Andi Egypta skal svíkja innan í teimum, og ráð teirra skal Eg gera til einkis; teir skulu leita til avgudarnar og gandakallarnar, til teirra, sum mana upp deyð, og til spámenninar.
4 Eg skal geva Egyptaland hørðum harra í hendur, grummur kongur skal valda yvir teimum - sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
5 Vatnið í sjónum skal svinna burtur, áin skal grynnast og torna heilt upp.
6 Áirnar skulu stinka, streymar Egyptalands skulu minka og torna upp, rør og sev skulu følna.
7 Grasfløturnar fram við Nilá, á áarbakkanum, og alt dýrkilendið við ánna, skal torna upp, oyðast og hvørva.
8 Fiskimenninir suffa og syrgja, allir teir, ið kasta niður ongul á Nilá; teir, ið seta garn á vatninum, eru mótfalnir.
9 Til skammar verða tey, sum virka lín, og tey, sum veva fínt, hvítt toy.
10 Grundstólpar landsins eru niðurbrotnir; angist grípur øll tey, sum arbeiða fyri løn.
11 Einki uttan dárar eru høvdingarnir í Zoan; hinir vísastu ráðgevarar Faraos geva einki uttan býtt ráð. - Hvussu kunnu tit siga við Farao: "Eg eri ættaður frá vísmonnum, eg eri sonur kongarnar í forðum!"
12 Ja, hvar eru vísmenn tínir! - Lat teir kunngera tær og lata teg vita, hvat HARRIN Gud herskaranna ætlar at gera við Egyptaland!
13 Nei, dárar eru høvdingarnir í Zoan vorðnir, høvdingarnir í Nof eru sviknir; teir, ið vóru hornsteinar ættanna í Egyptalandi, hava fingið tað at villast.
14 HARRIN hevur givið teimum svimbulsanda; teir hava leitt Egyptaland á skeiva leið í øllum, tað ger, eins og drukkin maður sløðrar um í spýggju síni.
15 Einki skal eydnast Egyptalandi - hvat tað so ger - tað veri høvur ella hali, pálmi ella sev, ið ger tað!
16 Tann dag skal Egyptaland vera sum kvinnur; angist og ræðsla skal grípa tað fyri upplyftu hond HARRANS Guds herskaranna, sum Hann reiggjar móti tí.
17 Judaland skal vera Egyptalandi ræðsla; hvørja ferð onkur minnir tey um tað, skulu tey skelva fyri ráðnum, ið HARRIN Gud herskaranna hevur lagt móti teimum.
18 Tann dag skulu fimm býir í Egyptalandi tala tungumál Kána’ans og svørja um HARRAN Gud herskaranna; hvør teirra skal kallast undirgangsbýur.
19 Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.
20 Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey.
21 HARRIN skal gera Seg kunnigan fyri Egyptalandi, og Egyptar skulu tann dag læra HARRAN at kenna; teir skulu tæna Honum við sláturofri og matofri, teir skulu gera HARRANUM lyfti og halda tey.
22 HARRIN skal sláa Egyptaland - sláa og grøða; og táið tey venda við til HARRAN, skal Hann bønhoyra og grøða tey.
23 Tann dag skal lagdur vegur vera úr Egyptalandi til Assýria; Assýringar skulu koma til Egyptalands, og Egyptar til Assýria, og Egyptaland skal tæna HARRANUM saman við Assýria.
24 Tann dag skal Ísrael vera sjálvurtriði, saman við Egyptalandi og Assýria - vera signing mitt á jørðini,
25 sum HARRIN Gud herskaranna signar við hesum orðum: Signað veri Egyptaland, fólk Mítt, Assýria, handaverk Mítt, og Ísrael, arvur Mín!