Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 28
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Vei teirri stoltu krúnu hinna druknu í Efra’im og hini følnandi blómu, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dali teirra, ið liggja druknir av víni!
2 Men HARRIN hevur til reiðar ein, ið sterkur og veldigur er, líkur heglingsæli, oyðandi stormi; sum óført áarføri av veldigum, skolandi vøtnum slær hann við valdi alt til jarðar.
3 Av fótum skal hon verða traðkað niður, stolta krúna hinna druknu í Efra’im!
4 Og hin følnandi blóma, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dalinum, við henni skal ganga sum við fikuni, ið er staðin, áðrenn summarið er komið - hin fyrsti, ið fær eyga á hana, slítur hana av, og nóg illa hevur hann fingið hana í hondina, so gloypir hann henni.
5 Tann dag skal HARRIN Gud herskaranna vera føgur krúna og dýrur kransur fyri leivd fólks Síns,
6 og honum dómsandi, sum situr og skal døma, teimum styrki, sum reka ófriðin aftur at portrunum.
7 Men eisini hesir sløðra av víni og riða av sterkum drykki; prestur og profetur sløðra av sterkum drykki, eru í ørviti av víni, riða av sterkum drykki; teir sløðra í sjónum sínum, riða í dómum sínum.
8 Ja, øll borð eru full av fúlari spýggju, so ikki reinur plettur er at síggja.
9 - "Hvønn er tað, hann ætlar at læra uppá? Hvønn ætlar hann at fáa at lurta eftir sær? Eru vit nústani vandir frá mjólkini, nýliga lagdir av brósti!
10 Tí - boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur!"
11 Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum tungumáli skal Hann tala við hetta fólk,
12 Hann, sum segði við tey: "Hetta er hvíla - latið hin troytta hvíla! - og hetta er friður!" - Men tey vildu ikki hoyra!
13 Tí skal eisini orð HARRANS verða teimum boð oman á boð, boð oman á boð, regla oman á reglu, regla oman á reglu, her eitt sindur, og har eitt sindur - so tey, best sum tey ganga, fara eftir nakkanum og bróta seg sundur, verða bundin og fangað.
14 Hoyrið tí orð HARRANS, spottarar tykkara, tit, ið valda yvir fólkinum her í Jerúsalem!
15 Aftur fyri at tit siga: "Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við deyðaríkið; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann ikki náa okkum; tí lygn hava vit gjørt okkum til skjól, vit hava fjalt okkum í sviki!" -
16 tí sigur Harrin HARRIN so: Eg havi lagt í Zion grundarstein, royndan stein, dýrabaran, fastan hornstein - tann, ið trýr, hevur ikki skund.
17 Eg geri rætt til málisnøri, rættferð til lodd, heglingur skal ríva burtur lygiskjólið, og loynistaðið skulu vøtnini skola burtur.
18 Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða útstrikaður, og seming tykkara við deyðaríkið skal gleppa; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann sláa tykkum til jarðar;
19 tykkum skal hann ráma, hvørja ferð hann fer fram, tí morgun eftir morgun skal hann fara fram, ja, bæði dag og nátt - ber ræðsla skal tað vera at skilja boðskapin.
20 Tí songin er ov stutt at rætta seg út í, og teppið er ov smalt at balla seg inn í.
21 Tí sum á Perazimsfjalli skal HARRIN reisa Seg, sum í dalinum við Gibeon skal Hann vísa vreiði Sína, til at fremja starv Sítt - undarligt starv - og útinna verk Sítt - óhoyrt verk!
22 Gevið tí uppat at spotta, so bond tykkara verða ikki rubbað enn fastari! Tí um vissan undirgang yvir alla jørðina havi eg hoyrt frá Harranum, HARRANUM Gudi herskaranna.
23 Lurtið eftir og hoyrið rødd mína, lýðið á og hoyrið orð míni!
24 Táið plógmaðurin ætlar at sáa, pløgir hann tá samt og javnt, veltir og saksar jørð sína!
25 Táið hann hevur slættað veltu sína, man hann ikki tá sáa dild og kumman, stroya hveiti í røð, bygg á tilætlað stað og spelt fram við bakkanum!
26 Gud hansara hevur víst honum rætta mátan - Hann lærdi hann tað.
27 Tí ikki verður dild treskt við treskisleðu, ikki verða vagnhjól koyrd yvir kumman; nei, dild verður treskt við stavi, og kumman við putti.
28 Verður breyðkorn mult sundur! Nei, einki verður tað treskt uttan íhald; og táið ein koyrir vagnhjól síni og hestar sínar yvir tað, mylur hann tað ikki sundur.
29 - Eisini hetta kemur frá HARRANUM Gudi herskaranna; Hann er undurfullur í ráðum, stórur í vísdómi.