Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Damaskus. Damaskus skal ikki longur vera býur, tað skal verða grótrúgva.
2 Býirnir í Aroer verða fólkatómir; teir verða fylgjum til beiti; tey leggjast har og verða ikki rikin burt.
3 Endi skal vera á verju Efra’ims, á kongadømi Damaskus og á tí, ið eftir er av Áram; ganga skal við teimum sum við dýrd sona Ísraels - sigur HARRIN Gud herskaranna.
4 Tann dag skal dýrd Jákups hava lítið at týða, holdini á kroppi hansara skulu tærast burtur.
5 Ganga skal, sum táið tann, ið sker akur, tekur um stráini og við armi sínum kvettir øksini av; ganga skal, sum táið øksini verða sankað í Refa’imsdali.
6 Einki skal verða eftir har uttan seinnaheyst - sum táið berini verða sligin niður av oljutrænum - tvey, trý ber ovast í toppinum, fýra, fimm á greinum frukttræsins - sigur HARRIN Gud Ísraels.
7 Tann dag skulu menniskjuni leita eftir skapara sínum, og eygu teirra skulu hyggja upp til hin Heilaga í Ísrael;
8 tá skulu tey ikki venda eygum sínum til altarini, ið hendur teirra hava reist, og ikki hyggja á tað, ið fingrar teirra hava fingið í lag, tað veri Asjerur ella sólstólpar.
9 Tann dag skulu hinir víggirdu býir Ísraels verða sum oyðitoftirnar í skógunum og á hæddunum, sum farið varð úr undan Ísraelsmonnum - og landið skal verða til oyðimørk.
10 Tí tú gloymdi Gud frelsu tínar og mintist ikki skýlisklett tín; tí plantar tú yndisligar urtagarðar og setur fremmandar kvistar í teir.
11 Sama dag sum tú plantar, setur tú garð rundanum, og hvønn morgun fært tú tað, ið tú hevur plantað, at blóma - men einki er at heysta heimsøkingardagin, táið pínan verður ógrøðandi.
12 Hoyr gnýið frá mongum tjóðum, tær brúsa sum havið! Hoyr dun tjóðflokkanna, teir dynja sum veldig vøtn!
13 Ja, tað dynur av fólkasløgum, sum mong vøtn dynja; men Hann hóttir at teimum, og tey flýggja langt burtur, fúka sum dumba á fjøllum fyri vindinum, sum dustskýggj fyri storminum.
14 Um kvøldið, ja, tá kemur ræðsla; áðrenn lýsir av morgni, eru teir ikki til longur. So gongur teimum, sum røva frá okkum; hetta er lutur teirra, ið okkum ræna.