1 | Eg var til reiðar at lurta eftir teimum, ið ikki spurdu eftir Mær; Eg var at finna fyri tey, ið ikki leitaðu eftir Mær; við tað fólk, ið ikki er kallað við navni Mínum, segði Eg: "Her eri Eg, her eri Eg!" |
| 2 | Allan dagin breiddi Eg út hendur Mínar til treiskt fólk, sum gongur leið, ið ikki er góð, eftir sínum egnu hugsanum, |
| 3 | fólk, sum altíð eggjar Meg til vreiði, beint upp í eyguni, sum ofrar í urtagørðum og brennir roykilsi á tigulsteinum, |
| 4 | sum situr í grøvunum og er náttina á loynistøðum, sum etur svínakjøt og hevur íløtini full av viðurstyggiligari súpan, |
| 5 | sum sigur: "Far frá mær, kom mær ikki nær, eg eri heilagur fyri Teg!" Hesi menniskju eru Mær roykur í nøsini, eldur, ið brennur líðilangan dagin. |
| 6 | Men tað stendur skrivað fyri ásjón Míni: Eg skal ikki tagna, fyrrenn Eg fái lønt tað, ja, lønt teimum tað í fangið, |
| 7 | bæði misgerðir tykkara og misgerðir fedra tykkara - sigur HARRIN - at teir brendu roykilsi á fjøllunum og háðaðu Meg á heyggjunum; løn teirra skal Eg fyrst mála teimum í fangið. |
| 8 | So sigur HARRIN: Eins og sagt verður, táið løgur finst í vínberi: "Forkom tí ikki, tí signing er í tí!" so skal Eg gera fyri teirra skuld, sum tæna Mær, og ikki forkoma øllum. |
| 9 | Eg skal lata ganga út avkom av Jákupi, og av Juda arvinga til fjøll Míni; hini útvaldu Míni skulu arva landið, og tænarar Mínir skulu búgva har; |
| 10 | Saron skal verða smáfæi beiti, og Akorsdalur neytum hvíldarstað, fólki Mínum til gagn, teimum, ið søkja Meg. |
| 11 | Men tit, ið venda HARRANUM bakið og gloyma heilaga fjall Mítt, sum borðreiða fyri Gad og skeinkja Meni kryddvín í steypið - |
| 12 | tykkum skal Eg geva upp til svørðið, og tit skulu allir noyðast at boyggja tykkum niður at verða dripnar - aftur fyri at tit svaraðu ikki, táið Eg rópti, lurtaðu ikki, táið Eg talaði, men gjørdu tað, sum ónt var í eygum Mínum, og valdu tað, ið Mær líkaði ikki. |
| 13 | Tí sigur Harrin HARRIN so: Tænarar Mínir skulu eta, men tit skulu svølta; tænarar Mínir skulu drekka, men tit skulu tysta; tænarar Mínir skulu gleðast, men tit skulu skammast; |
| 14 | tænarar Mínir skulu fegnast av hjartans gleði, men tit skulu rópa av hjartapínu og vena tykkum í vónloysi. |
| 15 | Tit skulu lata navn tykkara eftir, hinum útvaldu Mínum til illbøn, og Harrin HARRIN skal drepa teg; men tænarar Sínar skal Hann rópa við øðrum navni, |
| 16 | so at tann á jørðini, sum signar seg, skal signa seg í hinum trúfasta Gudi, og tann á jørðini, sum svør, skal svørja um hin trúfasta Gud. Tí hinar fyrru sorgirnar eru gloymdar og fjaldar fyri eygum Mínum. |
| 17 | Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug. |
| 18 | Men gleðið og frøið tykkum til ævigar tíðir um tað, ið Eg skapi! Tí Eg skapi Jerúsalem til fagnað og fólkið har til frøi; |
| 19 | Eg skal fegnast um Jerúsalem og gleðast í fólki Mínum; har skal ikki longur hoyrast grátur, og ei heldur skríggj. |
| 20 | Haðani skulu ikki aftur koma bróstabørn, ið liva bert nakrar fáar dagar, ei heldur gamal maður, ið nær ikki fullan aldur; nei, ungur maður skal tann vera, sum doyr hundrað ára gamal, og syndarin, ið er hundrað ára gamal, skal verða bannaður. |
| 21 | Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; |
| 22 | ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað; nei, fólk Mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu Míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handaverka sína. |
| 23 | Tey skulu ikki møða seg til einkis og ikki fáa børn til bráðan deyða; tí tey eru ætt, signað av HARRANUM, og avkom sítt sleppa tey at hava hjá sær. |
| 24 | Áðrenn tey kalla, skal Eg svara, og meðan tey enn tala, skal Eg hoyra. |
| 25 | Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum - sigur HARRIN. |
| |
|