1 | "Sendið landsharranum lombini, ið hann skal hava, úr Sela um oyðimørkina til fjall dóttur Zions!" |
|
2 | Rætt sum flagsandi fuglar, sum uppstygdir fuglaungar, skulu døtur Móab vera við vaðini um Arnon. |
|
3 | "Leggið ráð, finnið okkum útveg! Lat skugga tín verða sum náttina á alljósum degi, fjal hini burtriknu, sig ikki frá teimum, sum flýggja! |
|
4 | Lat burtriknu míni finna tilhald hjá tær, ver Móab skjól fyri oyðaranum! Tí tað er úti við yvirgangskroppinum, oyðingin fær enda, og kúgarin er farin úr landinum. |
|
5 | So verður hásætið grundfest við miskunn, og í tí skal í trúfesti sita kongur í tjaldi Dávids, høvdingi, sum stevnir eftir rætti og fremur rættferð." |
|
6 | Vit hava hoyrt um óføra hugmóð Móabs, stoltleika, hugmóð og frekleika tess, tóma reyp tess. |
|
7 | Tí skal Móab vena seg um Móab, alt landið skal vena seg; um vínberjakøkurnar í Kir-Hareset skulu tit suffa í djúpari sorg. |
|
8 | Tí følnaðar eru markir Hesbons, víntræ Sibma; vínber tess slógu høvdingar fólkanna til jarðar; tey komust líka til Jazer, viltust út í oyðimørkina; kvistar tess breiddu seg út, fóru um havið. |
|
9 | Tí gráti eg við Jazer um víntræ Sibma; eg væti teg, Hesbon, við tárum mínum, og teg, El’ale! Tí yvir fruktheyst og kornheyst títt falla fagnaðarróp. |
|
10 | Og gleði og frøi verða tikin burt frá fruktgørðunum; úr víngørðunum hoyrist eingin gleðisongur, einki fagnaðarljóð; eingin treður vín í persunum, Eg havi latið fagnaðarróp teirra tagna. |
|
11 | Tí skelvur hjarta mítt um Móab sum sitarastreingir, og bróst mítt um Kir-Heres. |
|
12 | Og hvussu mikið Móab so møðir seg við at ganga niðan á offurheyggin og fara inn í halgidóm sín at biðja, vinnur tað einki. |
|
13 | Hetta er orðið, ið HARRIN forðum talaði um Móab. |
|
14 | Men nú sigur HARRIN: Áðrenn trý ár eru gingin - sum dagløntur maður roknar árið - skal dýrd Móabs við allari hini miklu mannfjøld vera lítið vird; lítið skal verða eftir, og lítið skal tað hava at týða, ikki vera mikið vert. |
|
|