Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Um hesa tíðina sendi Merodak-Baladan, sonur Baladan, kongurin í Bábel, brøv og gávu til Ezekias, við tað at hann frætti, at hann hevði verið sjúkur, men var vorðin frískur aftur.
2 Ezekias var glaður um, at teir komu, og vísti teimum skattkamar sítt, silvurið, gullið, kryddurtirnar, hina dýru olju, alt vápnahús sítt og alt, sum í skattkømurum hansara var; einki var, sum Ezekias ikki læt teir fáa at síggja í húsi sínum og í øllum ríki sínum.
3 Tá kom Esaias profetur til Ezekias kong og segði við hann: "Hvat søgdu hasir menn, og hvaðani komu teir til tín?" Ezekias svaraði: "Teir eru komnir úr landi langt burtur, úr Bábel."
4 Tá spurdi hann: "Hvat fingu teir at síggja í húsi tínum?" Ezekias svaraði: "Alt, sum í húsi mínum er, hava teir sæð; einki var í skattkømurum mínum, sum eg ikki vísti teimum."
5 Nú segði Esaias við Ezekias: "Hoyr orð HARRANS Guds herskaranna!
6 Dagar skulu koma, táið alt, sum í húsi tínum er, og allir skattirnir, ið fedrar tínir hava savnað líka til henda dag, skal verða flutt til Bábel; einki skal verða eftir - sigur HARRIN.
7 Og av sonum tínum, sum koma av tær, og sum tú fært, skulu nakrir verða tiknir og gjørdir til hirðmenn í høll kongsins í Bábel."
8 Men Ezekias segði við Esaias: "Gott er orð HARRANS, ið tú hevur talað!" Og síðani segði hann: "So verður tó mín tíð at ganga í friði og náðum!"