Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 50
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 So sigur HARRIN: Hvar er skilnaðarbræv móður tykkara, sum Eg havi rikið hana burtur við! Ella hvørjum av teimum, ið hava nakað at krevja Meg eftir, havi Eg selt tykkum! Nei, aftur fyri misbrot tykkara eru tit seld, og aftur fyri synd tykkara er móðir tykkara rikin burtur!
2 Hví var eingin har, táið Eg kom? Hví svaraði eingin, táið Eg rópti? Er hond Mín ov stutt til at frelsa! Er eingin máttur hjá Mær til at bjarga! Við hóttan Míni turki Eg upp havið, geri Eg áir til oyðimørk, so fiskarnir í teimum rotna, tí einki vatn er, og doyggja av tosta;
3 Eg klæði himmalin í svart og sveipi hann í syrgibúna.
4 Harrin HARRIN hevur givið Mær lærisveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við orði Mínum; hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt, Hann vekur tað, so Eg skal hoyra, sum lærisveinar hoyra.
5 Harrin HARRIN hevur latið upp oyra Mítt, og Eg stóð ikki ímóti, Eg bar Meg ikki undan;
6 bak Mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu Meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti.
7 Men Harrin HARRIN skal hjálpa Mær! Tí verði Eg ikki til skammar; tí havi Eg gjørt andlit Mítt hart sum stein, og Eg veit, at Eg skal ikki standa vónbrotin.
8 Hann er nær, sum hjálpir Mær til rætt Mín - hvør ætlar at stríðast við Meg? Latið okkum stíga fram saman! Hvør er mótpartur Mín? Hann komi higar til Mín!
9 Harrin HARRIN skal hjálpa Mær - hvør er tann, ið ætlar at dómfella Meg! Teir skulu allir samlir detta sundur sum gamalt plagg, mølur skal eta teir upp.
10 Hvør er millum tykkara, sum óttast HARRAN, sum lurtar eftir tænara Hansara? - Táið hann gongur í myrkri, og einki ljós lýsir honum, líti hann tá á navn HARRANS og styðji seg á Gud sín!
11 Men allir tit, sum kveikja eld, sum vápna tykkum við brennandi pílum - farið sjálvir inn í loga elds tykkara og millum pílarnar, ið tit fingu at brenna! - Frá hond Míni skal hetta ráma tykkum: Í pínu skulu tit koma at liggja!