Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 59
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Ja, hond HARRANS er ikki so stutt, at hon fær ikki hjálpt, og oyra Hansara er ikki so deyvt, at tað kann ikki hoyra.
2 - Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki.
3 Hendur tykkara eru jú dálkaðar av blóði, og fingrar tykkara av misbrotum; varrar tykkara tala lygn, tunga tykkara ber fram tað, ið ónt er.
4 Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey líta á fáfongd og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt.
5 Ormaegg klekja tey út, og eiturfon veva tey; tann, ið etur av eggum teirra, doyr, og verður eitt teirra kroyst sundur, skríður eiturormur úr tí.
6 Tað, sum tey veva, dugir ikki til klæði; ein fær ikki sveipað seg í tað, sum tey avrika; verk teirra er óndskaparverk, og yvirgangsverk eru í hondum teirra.
7 Føtur teirra skunda sær til ilt og eru kvikir at lata sakleyst blóð renna; hugsanir teirra eru óndskaparhugsanir; oyðing og undirgangur er á leiðum teirra.
8 Veg friðarins kenna tey ikki, og eingin rættur er í sporum teirra; gøtur sínar gera tey til sniðgøtur; tann, ið stígur á tær, veit einki um frið at siga.
9 Tí er rætturin langt burtur frá okkum, og rættvísin kemur okkum ikki nær; vit vænta ljós, men nei, myrkt er; vit vænta sólskin, men í svartastu niðu ganga vit.
10 Sum blind trilva vit eftir vegginum; vit trilva sum tey, ið eingi eygu hava; um middagin snáva vit sum í skýming; á bestu árum eru vit sum deyð.
11 Vit murra sum bjarnir øll somul, láta sum dúvur; vit vænta rætt, men hann kemur ikki, vænta frelsu, men hon er langt burtur frá okkum.
12 Tí brot okkara eru mong fyri Tær, og syndir okkara vitna móti okkum - ja, brot okkara standa okkum fyri eygum, og vit vita um misgerðir okkara -
13 at vit eru fallin frá HARRANUM og hava avnoktað Hann, at vit eru farin burtur frá Gudi okkara, og tala okkara hevur verið kúgan og fráfall, at vit í hjartanum hava upphugsað lygiorð - og sagt tey við.
14 Rætturin er rikin eftir hæli, og rættferðin stendur langt burtur; tí sannleikin snávar á tingstaðnum, og tað, ið beint er, sleppur ikki fram.
15 Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, varð til rán. - Hetta sá HARRIN, og tað mislíkaði Honum, at eingin rættur var;
16 Hann sá, at eingin steig fram, og Hann undraðist á, at har eingin var, sum flutti mál Hansara. Tá hjálpti Honum armur Hansara, og rættvísi Hansara styðjaði Hann.
17 Hann læt Seg í rættferð sum brynju, og hjálm frelsunnar setti Hann á høvdið; Hann læt Seg í hevndarklæðini og sveipaði Seg í vreiði sum í kappa.
18 Eftir atburði teirra skal Hann løna teimum; vreiði skal Hann lata koma yvir teir, sum standa Honum ímóti, hevnd yvir fíggindar Sínar; oyggjunum skal Hann løna tað, ið tær hava gjørt.
19 So skulu tey í vestri óttast navn HARRANS, og tey í eystri dýrd Hansara. Táið fíggindin herjar á sum streymur, skal Andi HARRANS reka hann burt.
20 Til Zion skal koma endurloysari - ja, til teirra í Jákupi, sum venda sær frá synd - sigur HARRIN.
21 Og hetta er sáttmálin, Eg geri við tey, sigur HARRIN: Andi Mín, sum á tær er, og orð Míni, sum Eg havi lagt tær í munnin, skulu ikki víkja, hvørki úr munni tínum, úr munni barna tína ella úr munni barnabarna tína, frá nú og til ævigar tíðir - sigur HARRIN.