1 | Fyri Zions skuld tigi eg ikki, og fyri Jerúsalems skuld haldi eg meg ikki kvirran, fyrrenn rættvísi tess rennur upp sum sólskin, og frelsa tess sum brennandi kyndil. |
| 2 | Tjóðirnar skulu síggja rættvísi tína, og allir kongar dýrd tína, og tú skalt verða kallað við nýggjum navni, sum muður HARRANS skal nevna. |
| 3 | Tú skalt vera føgur krúna í hond HARRANS og kongligt høvuðprýði í hond Guds tíns. |
| 4 | Tú skalt ikki longur verða kallað "hin vrakaða", ei heldur skal land títt longur verða kallað "oyðimørk"; nei, tú skalt eita "hon, ið eg havi hug á", og land títt skal eita "ektakona" - tí HARRIN hevur hug á tær, og land títt skal verða tikið til ekta. |
| 5 | Tí eins og ungur maður tekur moyggj til ekta, skulu børn tíni taka teg til ekta; og eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg. |
| 6 | Á múrar tínar, Jerúsalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina - tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið! |
| 7 | Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerúsalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini! |
| 8 | HARRIN hevur svorið um høgru hond Sína og veldiga arm Sín: Eg skal ikki longur geva fíggindum tínum korn títt at eta, ei heldur skulu fremmandir drekka vín títt, sum tú hevur havt sleip av; |
| 9 | nei, tey, ið heysta kornið, skulu eta tað - og prísa HARRANUM - og tey, ið savna inn vínið, skulu drekka tað í forgørðum halgidóms Míns. |
| 10 | Farið, farið um portrini, ruddið fólkinum vegin! Leggið, leggið veg, ruddið grótið burtur av honum! Reisið merki fyri fólkasløgini! |
| 11 | Hoyrið - HARRIN letur tað ljóða líka at enda jarðarinnar: Sigið við dóttur Zion: "Hygg, frelsa tín kemur! Hygg, løn Hansara er við Honum, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!" |
| 12 | Og tey skulu kallast "hitt heilaga fólkið," "endurloystu HARRANS", og sjálv skalt tú kallast "hin søkta", "staðurin, ið ikki er yvirgivin." |
| |
|