Leita ķ Bķbliuni
Vķškaš leiting        Leitihjįlp





       Nżggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 HARRIN segši viš meg: "Tak tęr stóra talvu og skriva į hana viš tżšiligari skrift: "Skjótur fongur, brįtt rįn."
2 Og tak Męr įlķtandi vitni, Uria prest og Zakarias, son Jeberekja."
3 Eg kom profetinnuni nęr, og hon varš viš barn og įtti son. Tį segši HARRIN viš meg: "Gev honum navniš Maher-Sjalal Hasj-Bas!
4 Tķ įšrenn drongurin dugir at siga "pįpi" og "mamma", skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verša borin fram fyri kongin ķ Assżria."
5 Framvegis segši HARRIN viš meg:
6 "Aftur fyri at hetta fólk vanviršir Siloavųtn, iš renna so still, og fagnar Rezin og syni Remalja -
7 ja, so skal HARRIN lata koma yvir tey hini strķšu, miklu vųtn Įarinnar - kongin ķ Assżria og alla dżrd hansara - hon skal stķga upp um įarbakkarnar allastašni, flųša yvir hvųrja byrging,
8 koma skolandi inn ķ Juda, flųša yvir, breiša seg, so mašur stendur undir hįls; viš śtbreiddu veingjum sķnum skal hon fylla land Tķtt, so vķtt sum taš er, Immanuel!"
9 Leikiš bert ķ, fólkaslųg - tit skulu koma at ręšast kortini! Hoyriš, ųll tit lond langt burtur, bśgviš tykkum til bardaga - tit skulu koma at ręšast kortini!
10 Leggiš upp rįš - tey skulu gleppa kortini! Tališ orš - tey skulu ikki fįa framgongd! Tķ - viš okkum er Gud!
11 Tķ so segši HARRIN viš meg, tįiš hond Hansara tók meg viš valdi, og Hann varaši meg, at eg mįtti ikki ganga leiširnar, iš hetta fólk gongur:
12 Kalliš ikki alt taš heilagt, iš hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki taš, iš taš óttast, og ręšist ikki!
13 HARRIN Gud herskaranna, Hann skal vera tykkum heilagur, Hann skal vera ótti tykkara, og Hann skal vera ręšsla tykkara.
14 Hann skal verša bįšum hśsum Ķsraels halgidómur, snįvisteinur og klettur til fall og teimum, sum ķ Jerśsalem bśgva, snerra og fella.
15 Mong teirra skulu snįva og falla og fįa mein, sita fųst ķ felluni og verša fangaš.
16 Bind saman vitnisburšin, innsigla oršiš ķ lęrisveinum Mķnum!
17 Eg bķši eftir HARRANUM, Honum, sum nś fjalir įsjón Sķna fyri hśsi Jįkups - til Hansara stendur vón mķn.
18 Eg og bųrnini, iš HARRIN hevur giviš męr, eru tekin og fyrimyndir ķ Ķsrael frį HARRANUM Gudi herskaranna, sum bżr į Zionsfjalli.
19 Og tįiš tey siga viš tykkum: "Spyrjiš andamanarar og spįmenn, teir, iš teska og mutla!" skulu tit svara: "Skal fólk ikki spyrja Gud sķn! Skal ein spyrja hini deyšu fyri hini livandi!"
20 - "Til oršiš og til vitnisburšin!" - Siga tey ikki so, hetta fólk, iš ongan morgunroša hevur,
21 so skulu tey reika um landiš, hart plįgaš og hungrandi, og tįiš tey hungra, kemur ilt ķ tey, og tey banna kongi og Gudi sķnum. Tey skulu venda eygunum uppeftir,
22 og tey skulu hyggja nišur į jųršina - men neyš og myrkur er, ręšsluniša, tey eru rikin śt ķ hina svųrtu nįtt!