Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 6
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tað árið ið Uzzias kongur doyði, sá eg Harran sita í ógvuliga høgum hásæti, og sleip kápu Hansara fylti templið.
2 Serafar stóðu rundan um Hann; seks veingir hevði hvør; við tveimum fjaldi hann andlitið, við tveimum fjaldi hann føturnar, og við tveimum fleyg hann.
3 Og teir róptu hvør til annan: "Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna - øll jørðin er full av dýrd Hansara!"
4 Grundin undir durastøvunum skalv, táið rópið ljóðaði, og húsið fyltist av royki.
5 Tá segði eg: "Vei mær, tað er úti við mær! Tí eg eri maður við óreinum vørrum, og eg búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum - og nú hava eygu míni sæð kongin, HARRAN Gud herskaranna!"
6 Men ein serafurin fleyg yvir til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum;
7 við henni nam hann við munn mín og segði: "Hygg, hetta hevur nomið við varrar tínar - skyld tín er burtur, og bøtt er fyri synd tína!"
8 So hoyrdi eg HARRAN siga: "Hvønn skal Eg senda, hvør vil bera boð fyri Okkum?" Og eg svaraði: "Her eri eg - send meg!"
9 Tá segði Hann: "Far og sig við hetta fólk: "Hoyrið og hoyrið, men fatið ikki, síggið og síggið, men skiljið ikki!"
10 Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum - og venda ikki við og verða grødd!"
11 Eg spurdi: "Hvussu leingi, Harri?" Hann svaraði: "Inntil býirnir eru lagdir í oyði og fólkatómir, og ikki menniskja er í húsunum, og inntil landið er lagt í oyði og vorðið oyðimørk.
12 HARRIN skal reka menniskjuni langt burtur, og ógvuliga tómligt skal verða í landinum.
13 Og er enn tíggjundapartur eftir í tí, skal eisini hann verða fyribeindur. Men eins og rótstubbi verður standandi eftir, táið terebintan ella eikin verður høgd niður, so skal heilagt sáð vera stubbin, ið eftir verður av fólkinum."