Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 63
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hvør er Hesin, sum kemur úr Edom, úr Bozra í fagurreyðum klæðum, Hesin, sum klædningurin situr so vakurt á, sum er so prúður í mikla mátti Sínum? "Tað eri Eg, Eg, sum tali rættvísi, sum eri mentur at frelsa."
2 Hví er klædningur Tín so reyður, hví eru klæði Tíni sum hansara, ið treður persuna?
3 "Eg havi troðið vínpersuna einsamallur - eingin av tjóðunum hjálpti Mær; so tróð Eg tey í vreiði Míni, trampaði tey niður í bræði Míni; tá spríkti blóð teirra á klæði Míni, Eg fekk allan klædning Mín dálkaðan.
4 Tí hevndardagurin var í hjarta Mínum, og endurloysingarár Mítt var komið.
5 Eg hugdi rundan um Meg - men har var eingin, ið hjálpti; Eg undraðist á, at eingin var har, sum styðjaði Meg; tá kom armur Mín Mær til hjálpar, og vreiði Mín styðjaði Meg;
6 í vreiði Míni traðkaði Eg niður fólkasløg, gjørdi tey drukkin í bræði Míni; blóð teirra læt Eg renna niður á jørðina."
7 Náði HARRANS skal eg minna um, prís HARRANS eftir øllum, ið HARRIN hevur gjørt okkum, og stóru góðsku Hansara móti húsi Ísraels - at Hann gjørdi við tey eftir miskunn Síni og eftir stóru náði Síni.
8 Hann segði: "Tey eru jú fólk Mítt, tey eru børn, ið ikki svíkja!" - Og Hann varð teimum frelsari.
9 Í allari neyð teirra var eingin neyð; eingil andlits Hansara frelsti tey, og í kærleika Sínum og stóra mildleika Sínum endurloysti Hann tey, tók tey upp og bar tey dag eftir dag í farnum tíðum.
10 Men tey, tey stóðu ímóti og gjørdu Heilaga Anda Hansara sorg; tá skifti Hann hug og gjørdist óvinur teirra, Hann stríddi sjálvur móti teimum.
11 Tá hugsaði fólk Hansara um hinar gomlu tíðirnar, um Móses: Hvar er Hann, sum leiddi tey upp úr havinum saman við hirða fylgis Síns? Hvar er Hann, sum gav Heilaga Anda Sín mitt ímillum teirra -
12 Hann, sum læt dýrdararm Sín ganga fram undir høgru lið Mósesar, kleyv vøtnini fyri ásjón teirra til at gera Sær ævigt navn,
13 Hann, ið leiddi tey gjøgnum djúpini sum hest gjøgnum oyðimørkina, so tey snávaðu ikki?
14 Eins og fæið, ið fer oman í dalin, so leiddi Andi HARRANS tey til hvíldar; soleiðis leiddi Tú fólk Títt fyri at gera Tær dýrdarnavn.
15 Skoða niður úr Himli og síggj - úr heilaga og dýra bústaði Tínum! Hvar eru íðinskapur Tín og veldi Títt! Samkensla hjarta Tíns og miskunn Tín, tær halda seg frá mær!
16 Og Tú ert tó faðir okkara! Ábraham veit jú einki um okkum, og Ísrael kennist ikki við okkum; Tú, HARRI, ert faðir okkara; "Frelsari okkara frá ævunum", tað er navn Títt.
17 Hví letur Tú okkum villast burt av leiðum Tínum, HARRI? Hví herðir Tú hjarta okkara, so tað óttast Teg ikki? Hugsa um tænarar Tínar og vend við aftur, um ættirnar, ið eru arvalutur Tín!
18 Lítla løtu hevði heilaga fólk Títt landið í ogn; óvinir okkara hava traðkað niður halgidóm Tín.
19 Vit eru vorðin sum tey, ið Tú aldri hevur rátt yvir, og sum navn Títt ikki hevur verið nevnt yvir.