1 | Tann dag skalt tú siga: "Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg! |
| 2 | Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!" |
| 3 | - Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar. |
| 4 | Tit skulu siga tann dag: "Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt! |
| 5 | Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina! |
| 6 | Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!" |
| |
|