Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hoyr, land við súsandi veingjum handan fyri áir Etiopia,
2 tú, sum sendir boð yvir um havið, í rørbátum yvir um vatnið! Farið avstað, tit kviku sendiboð, til hitt hávaksna fólk við glinsandi húð, til fólkið, ið tey ræðast víða um, hitt sterka og sigrandi fólk í landinum, sum áir streyma ígjøgnum!
3 Øll tit fólk heimsins, tit, ið á jørðini búgva! Táið merkið verður reist á fjøllunum, hyggið tá eftir, og táið hornið ljóðar, lurtið tá eftir!
4 Tí so segði HARRIN við meg: Eg skal halda Meg kvirran og hyggja at í bústaði Mínum, táið sólin brennir sólskinsdag, táið skýggini senda døgg heystardag.
5 Tí áðrenn heystið er komið, áðrenn blómingin er at enda, og blóman er farin at búnast til vínber, sker Hann greinarnar av við víngarðsknívum, og kvistarnar høggur Hann av og beinir teir burtur.
6 Tey verða øll somul givin rovfuglum fjallanna og hinum villu dýrum landsins; rovfuglarnir skulu eiga har um summarið, og øll vill dýr landsins skulu hava tilhald har um veturin.
7 Á teirri tíð skulu verða bornar HARRANUM Gudi herskaranna gávur frá hinum hávaksna fólki við glinsandi húð, frá fólkinum, ið tey ræðast víða um, hinum sterka og sigrandi fólki í landinum, sum áir streyma ígjøgnum, - til staðið, har sum navn HARRANS Guds herskaranna býr, til Zionsfjall.