Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tí Harrin, HARRIN Gud herskaranna, tekur burtur úr Jerúsalem og Juda stuðul og stav, hvønn stuðul av breyði og hvønn stuðul av vatni,
2 kappar og hermenn, dómarar og profetar, spámenn og elstar,
3 høvuðsmenn yvir fimti og hvønn hátt virdan mann, ráðharrar og verkmeistarar og teir, sum kønir eru í gandi.
4 Eg skal geva teimum børn til stýrismenn, og smádreingir skulu valda yvir teimum.
5 Í fólkinum skal maður kúga mann, hvør næsta sín; smádrongurin skal seta seg upp móti hinum gamla, tann, ið einki hevur at týða, móti hinum hátt virda.
6 Táið tá onkur trívur í bróður sín í húsi faðirs síns og sigur: "Tú eigur kappa, tú skalt vera stýrismaður okkara, og hetta ríki, sum er á fallandi fóti, skal vera undir hond tíni!"
7 skal hann svara tann dag: "Eg vil ikki vera lækni! Eg havi hvørki breyð ella klæði í húsinum; meg seta tit ikki til høvd fólksins!"
8 Tí Jerúsalem snávar, og Juda fellur, av tí at tunga teirra og gerðir teirra eru ímóti HARRANUM; tey seta seg upp ímóti dýrdareygum Hansara.
9 Andlitsbragd teirra talar - og vitnar ímóti teimum, og sum fólkið í Sodoma tosa tey opinlýst um synd sína, tey dylja hana ikki. Vei sálum teirra, tey stoyta sær sjálvum í vanlukku!
10 Sig um hin rættvísa, at honum skal gangast væl! Ávøkst verka sína skal hann eta.
11 Vei hinum gudleysa - honum skal gangast illa! Hansara egnu gerðir hevna seg aftur á hann sjálvan.
12 Fólk Mítt hevur smádrong við stýrið, og kvinnur ráða yvir tí. Fólk Mítt! Leiðarar tínir eru villleiðarar; vegin, tú skalt ganga á, hava teir oytt.
13 HARRIN stígur fram til rættargang, Hann stendur til reiðar at døma fólk Sítt.
14 HARRIN stígur fram í rættinum móti hinum elstu í fólki Sínum og høvdingum tess: "Tað eru tit, ið hava etið upp víngarðin, tit hava rán frá hinum fátæka í húsum tykkara!
15 Hvussu kunnu tit traðka fólk Mítt so niður og sora sundur hini fátæku?" - sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna.
16 Og HARRIN sigur: Aftur fyri at døtur Zion eru so hugmóðigar og ganga og fetta sær og spæla við eygunum, ganga og tita og ringla við fótringunum,
17 skal Harrin lata hviril døtra Zions verða fullan av skurvi, og HARRIN skal lyfta burtur av blygd teirra.
18 Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,
19 oyrnaperlur, armbond, slør,
20 høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,
21 fingraringar, nasaringar,
22 høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,
23 spegl, lín, húgvur og fínslør.
24 Stinkur skal vera í staðin fyri góðan anga, tog í staðin fyri belti, berskøllut høvd í staðin fyri flættur, sekkjalørift í staðin fyri høgtíðarbúna, brennimerki í staðin fyri vakurleika.
25 Menn tínir skulu falla fyri svørði, og kappar tínir í orrustu.
26 Portur hennara skulu suffa og syrgja, og einslig skal hon sita á jørðini.