Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 46
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Bel hoknar, Nebo dettur umkoll; myndir teirra verða givnar dýrum og fæi; teir, ið tit bóru, verða lagdir sum byrði á móð kríatúr.
2 Teir detta umkoll, hokna allir samlir; teir fáa ikki bjargað byrðini, og sjálvir noyðast teir at fara í útlegd.
3 Lurtið eftir Mær, tit av húsi Jákups og øll tit, sum eftir eru av húsi Ísraels, tit, ið frá móðurlívi eru løgd á Meg, og sum Eg frá móðurfangi havi borið!
4 Líka til elliár tykkara eri Eg hin sami, og inntil hár tykkara gránar, skal Eg bera tykkum; Eg havi gjørt tað, og Eg skal eisini hereftir lyfta tykkum, Eg skal bera og frelsa tykkum.
5 Hvønn ætla tit at líkna Meg við og meta Meg javnt við? Hvønn ætla tit at líkna Meg saman við, so vit skuldu verið líka?
6 Teir stoyta gull úr punginum og viga silvur á vektini; so leiga teir gullsmið, sum skal gera tað til gud, sum teir kunnu falla niður fyri og tilbiðja;
7 teir lyfta honum; teir bera hann á økslini og seta hann, har sum hann skal standa; har stendur hann og flytur seg ikki úr staði; um onkur rópar til hansara, svarar hann ikki og bjargar honum ikki úr neyð.
8 - Minnist til hetta og latið tykkum siga! Leggið tykkum tað á hjarta, tit fráfalnu!
9 Hugsið um tað, ið fyrr var, longu í fornum tíðum - at Eg eri Gud, og eingin annar, at Eg eri Gud, og eingin annar er enn Eg,
10 Eg, sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg, sum sigi: "Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil, geri Eg!"
11 - Eg, sum rópi rovfugl eystaneftir, úr landi langt burtur mann, ið skal útinna ráð Mítt; Eg havi sagt tað, og Eg skal eisini lata tað koma, Eg havi upphugsað tað, og Eg skal eisini fullføra tað.
12 Lurtið eftir Mær, tit sterku andar, tit, sum eru langt burtur frá rættvísi!
13 Eg lati rættvísi Mína koma nær, hon er ikki langt burtur; og frelsa Mín drálar ikki; Eg gevi frelsu í Zion og gevi Ísrael dýrd Mína.