1 | Hoyrið Meg, tit oyggjar, lurtið eftir, tit fólk langt burtur! HARRIN hevur frá móðurlívi kallað Meg, Hann hevur frá móðurfangi nevnt navn Mítt. |
| 2 | Hann hevur gjørt munn Mín til hvast svørð og fjalt Meg í skugga handar Sínar! Hann hevur gjørt Meg til blankan píl og loynt Meg í pílahúsa Sínum. |
| 3 | Og Hann segði við Meg: "Tú ert tænari Mín, Tú ert Ísrael, sum eg skal opinbera dýrd Mína á!" |
| 4 | Men Eg segði: "Til einkis havi Eg arbeitt Meg móðan, til onga nyttu havi Eg oytt kraft Mína!" - Men kortini er rættur Mín hjá HARRANUM, og løn Mín hjá Gudi Mínum! |
| 5 | Og nú sigur HARRIN, sum frá móðurlívi hevur gjørt Meg til tænara Sín, til at leiða Jákup aftur til Sín og savna Ísrael fyri Seg - og Eg eri dýrmætur í eygum HARRANS, og Gud Mín er vorðin styrki Mín - |
| 6 | Hann sigur: "Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels - nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!" |
| 7 | So sigur HARRIN, frelsari Ísraels, hin heilagi í Ísrael, við Hann, sum er vanvirdur av hvørjum menniskja, við Hann, sum býður fólki ímóti, við Hann, sum er trælur kúgara: Kongar skulu síggja tað og reisa seg, høvdingar skulu síggja tað og kasta seg niður - fyri HARRANS skuld, Hansara, sum er trúfastur, fyri hins Heilaga Ísraels skuld, Hansara, sum útvaldi Teg. |
| 8 | So sigur HARRIN: Í náðistundini bønhoyri Eg Teg, frelsudagin hjálpi Eg Tær, og Eg skal varðveita Teg og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, so Tú skalt fáa landið aftur á føtur, skifta sundur arvalutirnar, sum liggja í oyði, |
| 9 | og siga við fangarnar: "Farið út!" við tey, sum í myrkri eru: "Komið fram!" Gras skulu tey finna fram við vegnum, og allir hinir naknu heyggjar skulu vera teimum beiti. |
| 10 | Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skulu saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum. |
| 11 | Og Eg skal gera øll fjøll Míni til vegir, og allar gøtur Mínar skulu hækkast. |
| 12 | Hygg, tey koma úr fjarløgu, summi norðaneftir, summi vestaneftir, og summi úr Sinimslandi! |
| 13 | Lovsyngið, tit Himlar, fegnast, tú jørð! Tit fjøll, skerið í gleðiróp! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, og hinum ørmu Sínum vísir Hann miskunn. |
| 14 | Zion segði: "HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!" |
| 15 | - Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg! |
| 16 | Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga! |
| 17 | Børn tíni koma rennandi; teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, skulu fara frá tær. |
| 18 | Lyft eygunum og hygg rundan um teg: Tey savna seg øll somul, tey koma til tín! So satt sum Eg livi - sigur HARRIN - skalt tú lata teg í tey øll somul sum prýði og binda tey um teg sum brúður! |
| 19 | Tí toftir tínar og oyðistøð tíni og herjaða land títt - sanniliga, nú skalt tú vera teimum ov trong, sum búgva har, og teir, sum løgdu teg í oyði, skulu vera langt burtur! |
| 20 | Enn skalt tú fáa at hoyra børnini frá døgunum, ið tú satst barnleys, siga: "Plássið er mær ov trongt - førka teg, so eg fái búð her!" |
| 21 | Tá skalt tú siga í hjartanum: "Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og ófruktbør, í útlegd og burtrikin! Og hvør hevur fostrað hesi? Eg sat jú einslig eftir! Hvar vóru tá hesi?" |
| 22 | So sigur Harrin HARRIN: Eg skal lyfta hond Míni til heidningarnar og reisa merki Mítt fyri fólkasløgunum, og tey skulu koma við sonum tínum í favninum, og døtur tínar skulu tey bera á økslini. |
| 23 | Kongar skulu vera fosturfedrar tínir, drotningar teirra daddur tínar; tey skulu kasta seg á andlitið til jarðar fyri tær og sleikja dust fóta tína; og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN, og at tey, sum bíða eftir Mær, skulu ikki verða til skammar. |
| 24 | Kann nakar taka herfongin frá hinum sterka, ella kunnu fangar sleppa frá honum, sum teir av røttum tilhoyra! |
| 25 | Ja! Tí so sigur HARRIN: Bæði skulu fangarnir verða tiknir frá hinum sterka, og herfongur yvirgangskropsins skal sleppa, og Eg skal standa teimum ímóti, sum standa tær ímóti, og børn tíni skal Eg frelsa. |
| 26 | Eg skal lata teir, ið kúga teg, eta sítt egna kjøt, og av sínum egna blóði skulu teir verða druknir sum av vínberjaløgi, og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, at hin veldigi Jákups er endurloysari tín. |
| |
|