Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Á teimum døgum ið Akaz, sonur Jótam, sonarsonur Uzzias, var kongur í Juda, fóru Rezin kongur í Sýrlandi og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerúsalem og ætlaðu at taka staðin; men tað vóru teir ikki mentir.
2 Táið nú boð komu til hús Dávids, at Sýrlendingar høvdu givið seg í felag við Efra’im, skalv hjarta hansara og fólks hansara, sum trøini í skóginum skelva fyri vindinum.
3 Men HARRIN segði við Esaias: "Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub, og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll!
4 Og tú skalt siga við hann: "Varða teg og halt teg kvirran, óttast ikki og miss ikki mótið fyri hesum báðum rúkandi brandabrotum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og sonar Remalja!
5 Aftur fyri at Sýrland, Efra’im og sonur Remalja hava lagt saman ónd ráð móti tær og sagt:
6 "Vit skulu fara móti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe’el til kong har!"
7 - tí sigur Harrin HARRIN so: Tað skal ikki eydnast, tað skal ikki verða!
8 Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um 65 ár skal Efra’im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur.
9 Samaria er høvd Efra’ims, og sonur Remalja er høvd Samaria. - Vilja tit ikki trúgva, skulu tit ikki verða standandi.""
10 Framvegis segði HARRIN við Akaz:
11 "Krev tekin frá HARRANUM Gudi tínum! Tú kanst krevja tað niðanfrá, úr djúpinum, ella omanfrá, av hæddini."
12 Men Akaz svaraði: "Eg krevji einki, eg freisti ikki HARRAN!"
13 Tá segði Esaias: "Hoyrið nú, tit av húsi Dávids! Er tað tykkum ikki nóg mikið, at tit troytta menniskju, síðani tit eisini troytta Gud mín!
14 Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.
15 Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða.
16 Tí áðrenn drongurin dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða, skal vera fólkatómt í landi konganna beggja, sum tú ræðist so.
17 HARRIN skal lata dagar koma yvir teg, yvir fólk títt og yvir hús faðirs tíns, dagar, ið ikki hevur verið maki til, líka síðani Efra’im skilti seg frá Juda: Kongin í Assýria.
18 Tann dag skal HARRIN bríksla eftir flugunum longst burtur, við áir Egyptalands, og eftir býflugunum í Assýria;
19 tær skulu koma og seta seg allar samlar í hinar oydnu dalar, í gjáirnar og á allar tornarunnar og øll brynnistøð.
20 Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á, við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur.
21 Tann dag skal maður hava kvígu og tvær ær;
22 og so nógv skulu tær mjólka, at hann skal liva av róma; tí av róma og hunangi skulu øll tey liva, sum eftir eru í landinum.
23 Og tann dag skal so vera, at har sum nú eru 1000 víntrø, 1000 seklar av silvuri verd, skal alt vera berir tornir og tistlar.
24 Við píli og boga skal verða farið hagar, tí alt landið skal verða tornir og tistlar.
25 Og allar líðirnar, har nú hakkari verður nýttur - eingin skal longur seta fót sín har av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu vera at sleppa neytum á og at verða traðkaðar niður av seyði."