Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 40
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Troystið, troystið fólk Mítt! sigur Gud tykkara.
2 Talið milt við Jerúsalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin, at tað av hond HARRANS hevur fingið tvífalt fyri allar syndir sínar!
3 Hoyr! Ein er, sum rópar: "Gerið í oyðimørkini HARRANUM veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!
4 Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi!
5 Dýrd HARRANS skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja - tí muður HARRANS hevur talað."
6 Hoyr! Rødd er, sum sigur: "Rópa!" Og ein svarar: "Hvat skal eg rópa?" - "Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini;
7 grasið verður turt, blóman følnar, táið andi HARRANS blæsur á tey - ja, sanniliga, fólkið er gras!
8 Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!"
9 Far niðan á høgt fjall, tú gleðiboð Zions! Lyft upp rødd tína við kraft, tú gleðiboð Jerúsalems! Lat hana hoyrast, óttast ikki! Sig við býirnar í Juda: "Hyggið Gud tykkara!"
10 Ja, Harrin HARRIN kemur við veldi, og armur Hansara vísir mátt sín! - Og løn Sína hevur Hann við Sær, sigursfongur Hansara gongur undan Honum!
11 Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann.
12 Hvør hevur mált vøtnini í lógvanum, spannað himmalin, mált dust jarðarinnar í skeppumáli og vigað fjøll á bismara og heyggjar á vektskálum?
13 Hvør hevur rættleitt Anda HARRANS, og hvør gevur Honum ráð og lærdóm!
14 Hvønn hevur Hann ráðført Seg við, so hann gav Honum vit og lærdi Hann hin rætta veg, gav Honum kunnskap og lærdi Hann at kenna veg vísdómsins!
15 Nei, sum dropi úr byttu eru fólkasløgini, sum dism á vektskálini eru tey at rokna; ja, oyggjarnar letur Hann fúka upp sum hitt fína dust!
16 Libanon er ikki nóg mikið til offurvið, og dýrini har røkka ikki til til brennioffur.
17 Fólkini eru øll somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey.
18 Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við? Hvat ætla tit at seta javnsíðis við Hann?
19 Gudamynd? - Hana stoypir meistarin, og gullsmiður klæðir hana við gulli og stoypir silvurketur á hana!
20 Tann, ið ikki hevur ráð til slíka gávu, velur sær við, sum ikki rotnar, og leitar sær kønan meistara, sum kann reisa mynd, ið ikki dettur umkoll.
21 Fata tit einki? Hoyra tit einki? Er hetta ikki líka frá upphavi kunngjørt tykkum! Hava tit ikki skilt tað, frá tí grundvøllur jarðarinnar varð lagdur?
22 Tað er Hann, ið situr høgt yvir jørðini, so víð sum hon er, og tey, ið á henni búgva, eru sum grashoppur; tað er Hann, ið breiðir út himmalin sum tunt teppi og spennir hann út eins og tjald at búgva í.
23 Tað er Hann, ið letur høvdingar verða til einkis og ger dómarar jarðarinnar til beran tómleika.
24 Teir eru ikki meir enn plantaðir, teir eru ikki meir enn sáaðir, nóg illa hevur stelkur teirra rótfest seg í jørðini - tá blæsur Hann á teir, og teir følna, og sum hálm sópar stormur teir burtur.
25 Hvønn ætla tit tá at líkna Meg við, so Eg skuldi verið sum hann? - sigur hin Heilagi.
26 Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! - Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!
27 - Hví manst tú tá siga, Jákup, og tala so, Ísrael: "Leið mín er HARRANUM duld, og rættur mín er gloppin Gudi mínum úr hondum"?
28 Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? - at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
29 Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
30 Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.
31 Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna - og møðast ikki, tey ganga - og lúgvast ikki!