Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 47
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Kom niður og set teg í dustið, tú moyggin, dóttir Bábel! Set teg á jørðina hásætisleysa, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt hin fína, vandna.
2 Far á kvørnina og mal korn, legg burtur slørið, tak klæðini upp um teg, ger beinið bert og vaða um áir!
3 Skomm tín skal verða ber, og vanæra tín skal verða sædd; hevnd skal Eg taka og einki menniskja spara.
4 Endurloysari okkara - navn Hansara er HARRIN Gud herskaranna, hin heilagi í Ísrael.
5 Sit tigandi og far inn í myrkrið, tú Kaldearadóttir! Tí tú skalt ikki longur verða rópt drotning ríkjanna.
6 Eg var illur við fólk Mítt, vanhalgaði arv Mín og gav tey í hendur tínar; tú vísti teimum onga miskunn - enntá hin gamla mannin lætst tú ok títt níva hart!
7 Og tú segði: "Til ævigar tíðir skal eg sita sum drotning!" - so tú legði tær ikki hetta á hjarta og hugsaði ikki um, hvat endin fór at verða.
8 Hoyr tí nú hetta, tú, sum livir í lystum tínum, sum situr so trygg, tú, sum sigur í hjartanum: "Eg og eingin annar! Eg skal ikki sita einkja og ikki vita, hvat tað er at vera barnleys!"
9 - Men bæði hesi skulu koma á teg snøggliga - sama dag - tú skalt verða bæði barnleys og einkja; í fullum máli skal tað koma á teg, hvussu nógv tú so roynir teg í gandabrøgdum tínum og hinum mongu gyklingum tínum!
10 Tú heltst teg sita trygga í óndskapi tínum, tú segði: "Eingin sær meg!" Vísdómur tín og kunnskapur tín, teir hava villleitt teg, so tú segði í hjartanum: "Eg og eingin annar!"
11 Tí skal koma á teg vanlukka, sum tú ikki ert ment at gykla burtur; oyðing skal ráma teg, sum tú ikki ert ment at venda frá tær, og undirgangur skal knappliga koma á teg, táið tú minst varir tað.
12 Stíg tá fram við gyklingum tínum og hinum mongu gandabrøgdum tínum, sum tú hevur pøst teg við, frá tí tú vart ung! Kanska tú kanst hjálpa tær við teimum, kanska tú kundi stygt burt vanlukkuna!
13 Tú hevur lúgvað teg út við hinum mongu ráðum tínum - lat teir stíga fram og frelsa teg, teir, sum mála upp himmalin og kika eftir stjørnunum, teir, ið mánað eftir mánað kunngera tær tað, ið yvir teg skal koma!
14 Men nei, teir eru sum hálmur, eldurin brennir teir upp; teir eru ikki mentir at bjarga sínum egna lívi úr loganum; har eru ongar gløður at verma seg við, eingin eldur at sita rundan um!
15 So gongst tær við teimum, ið tú hevur gjørt tær ómak fyri, teimum, ið hava handlað við teg, frá tí tú vart ung - teir renna higar og hagar, hvør í ætt sína, og har er eingin, ið frelsir teg.