Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 58
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Rópa, tað tú ert mentur, spar ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki Mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra!
2 Og Meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir Mínar at vita, sum tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki svikið rætt Guds síns. Tey krevja Meg eftir rættvísum dómum; tey vilja, at Gud skal koma teimum nær
3 "Hví sært Tú ikki, at vit fasta? Hví gevur Tú ikki gætur, at vit plága sál okkara?" - Men tann dag tit fasta, gera tit arbeiði tykkara, og tit koyra undir øll, ið arbeiða hjá tykkum!
4 Jú, til at kjakast og stríðast fasta tit, og til at sláa við neva gudloysis; tit fasta ikki so nú, at rødd tykkara kann verða hoyrd á hæddini.
5 Er hetta føstan, ið Mær líkar - dagur, táið menniskjað plágar sál sína! At heingja høvdið niður sum sev og reiða sær song í sekki og øsku - kallar tú tað føstu og dag, sum HARRANUM toknast?
6 Er ikki hetta føstan, ið Mær líkar, at tit loysa leinkjur gudloysis, slíta okbondini, sleppa kúgaðum leysum og bróta hvørt ok,
7 ja, at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold!
8 Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt verða grødd; rættvísi tín skal ganga fyri tær, og dýrd HARRANS aftast í ferðalagi tínum.
9 Tá skalt tú kalla á HARRAN, og Hann skal svara; tú skalt rópa, og Hann skal siga: "Her eri Eg!" Táið tú fært hvørt ok burt frá tær, gevur uppat at peika við fingrum og tosa tað, ið ilt er,
10 og fert eftir tí, sum tín egna sál hevur hug á, og letur hin svanga fáa tað, ja, mettar líðandi sál - tá skal ljós títt renna upp í myrkrinum, og nátt tín verða sum middagurin.
11 HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.
12 Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar, sum hava ligið niðurdotnir mann eftir mann, skalt tú reisa aftur, og tú skalt verða róptur "hann, sum laðar upp í aftur múrskørð," og "hann, sum vælir um vegir, so fólk fær búð í landinum."
13 Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín - táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag - táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð
14 - tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!