1 | Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja. |
| 2 | Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara. |
| 3 | Styrkið hinar máttleysu hendur, gerið hini riðandi knø sterk! |
| 4 | Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki! Hyggið, har er Gud tykkara! Hann kemur við hevnd, endurgjald kemur frá Gudi, Hann kemur sjálvur og frelsir tykkum. |
| 5 | Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; |
| 6 | tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði; |
| 7 | hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur; á tí staði har sjakalar hvíldu, veksur rør og sev. |
| 8 | Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður - um tað so er dári - skal villast. |
| 9 | Har skulu ongar leyvur vera, og einki rovdýr skal koma inn á hann, tey skulu ikki vera at finna har; nei, frelst fólk skal ganga á honum. |
| 10 | Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja. |
| |
|