Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Spádómur um Móab. Ja, eftir eini nátt verður Ar-Móab oytt, og endi gjørdur á tí! Ja, eftir eini nátt verður Kir-Móab oytt, og endi gjørdur á tí!
2 Tey fara niðan til húsið og til Dibon á offurheyggjunum at gráta; uppi á Nebo og Medeba venar Móab seg; hvørt høvd er berskøllut, hvørt skegg avrakað.
3 Á gøtuni binda tey sekk um seg, á tøkum og torgum vena øll seg og flóta í tárum.
4 Hesbon og El’ale rópa neyðarróp, so tað hoyrist líka til Jahaz; tí vena eisini hermenninir seg í Móab, sál tess skelvur.
5 Hjarta mítt grætur um Móab; tey flýddu haðani koma líka til Zoar, til Eglat-Selisia; ja, grátandi fara tey niðan brekkuna til Luhit, og á vegnum til Horonajim senda tey upp neyðarróp undan oyðingini.
6 Nimrimsvøtn verða oyðimarkir, grasið svidnar, við urtunum er liðugt, grønt strá er ikki at síggja longur.
7 Tað, ið tey hava sankað, samansparda góðs sítt, dragsa tey nú um Pílatræá.
8 Ja, neyðarrópini ljóða um alt Móabsland; venan teirra nær líka til Eglajim og til Be’er-Elim;
9 tí Dimonsvatn er fult av blóði. - Men Eg lati meiri enn koma á Dimon, leyvu á tey, sum undan eru sloppin í Móab, á tey, sum eftir eru í landinum.