Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 48
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hoyrið hetta, tit av húsi Jákups, tit, sum eru nevnd við navni Ísraels og eru runnin úr keldu Juda, tit, sum svørja um navn HARRANS og prísa Gudi Ísraels, men ikki í sannleika og rættvísi!
2 - Tí eftir hinum heilaga staði kalla tey seg, og á Gud Ísraels styðja tey seg, á Hann, hvørs navn er HARRIN Gud herskaranna -.
3 Tað, sum áður hevur hent, havi Eg langt síðani kunngjørt; av munni Mínum gekk tað út, og Eg boðaði tað; skundisliga setti Eg tað í verk, og tað kom.
4 Av tí at Eg vitsti, at tú ert harður, at hálsur tín er jarnsina, og panna tín av kopari,
5 so kunngjørdi Eg tær tað langt síðani; áðrenn tað kom, boðaði Eg tær tað, so tú skuldi ikki siga: "Gudamynd mín hevur gjørt tað, útskorna og stoypta mynd mín hevur stýrt tí so!"
6 Tú hevur hoyrt tað - nú kanst tú síggja tað alt samalt! Og tit, noyðast tit ikki at viðganga tað! Nú kunngeri Eg tær nakað nýtt, tað, sum dult er, og sum tú ikki hevur vitað um.
7 Nú er tað skapt, og ikki langt síðani, og fyrrenn í dag hevði tú ikki hoyrt tað - so tú skuldi ikki siga: "Hatta vitsti eg!"
8 Tú hevur hvørki hoyrt tað ella vitað tað, ei heldur er oyra títt langt síðani upplatið; tí Eg vitsti, at tú ert trúleysur og hevur frá móðurlívi verið róptur fráfallin.
9 Fyri navns Míns skuld eri Eg langmóðigur, og fyri lovs Míns skuld haldi Eg vreiði Míni aftur, so tú verður ikki týndur.
10 Eg reinsi teg, men ikki sum silvur, Eg royni teg í líðingarovni.
11 Fyri Mína skuld, fyri Mína skuld geri Eg tað; tí hvussu skuldi Eg kunnað latið navn Mítt verðið vanhalgað! - Og dýrd Mína gevi Eg ongum øðrum.
12 Lurta eftir Mær, Jákup, og tú Ísrael, sum Eg havi kallað! Eg eri Gud; Eg eri hin fyrsti, Eg eri eisini hin síðsti.
13 Hond Mín hevur grundað jørðina, og høgra hond Mín hevur tant út himmalin; Eg kalli á tey, og so standa tey har bæði.
14 Savnið tykkum øll saman og hoyrið! Hvør teirra hevur kunngjørt hetta! Hann, sum HARRIN elskar, skal fullføra vilja Hansara á Bábel og vera armur Hansara móti Kaldearum.
15 Eg, Eg havi talað; Eg havi eisini kallað hann; Eg havi leitt hann fram, so at eydnan hevur fylgt honum.
16 Komið higar til Mín og hoyrið hetta! Frá upphavi havi Eg ikki talað í loyndum; táið tíðin kom, at tað skuldi henda, var Eg har. - Og nú hevur Harrin HARRIN sent meg og Anda Sín.
17 So sigur HARRIN, frelsari tín, hin heilagi í Ísrael: Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn, sum leiðir teg vegin, ið tú skalt ganga.
18 Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar;
19 tá skuldi avkom títt verðið sum sandurin, lívsfrukt tín sum sandkornini; navn hennara skuldi ikki verðið oytt og ikki útstrikað fyri ásjón Míni.
20 Farið út úr Bábel, flýggið frá Kaldearum! Boðið hetta, kunngerið tað við fagnaðarrødd, útbreiðið tað líka at enda jarðarinnar, sigið: "HARRIN hevur endurloyst Jákup, tænara Sín!"
21 Tey tysta ikki; um oyðimørkina leiðir Hann tey; vatn úr klettinum letur Hann renna til teirra; Hann klývur klettin, og vatn rennur.
22 - Hini gudleysu hava ongan frið! sigur HARRIN.