Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Vei teimum, ið fara suður til Egyptalands eftir hjálp og seta álit sítt á hestar og líta á vagnar, fyri tað at teir eru mangir, og á hestmenn, fyri tað at teir eru nógvir í tali - men venda ikki eygum sínum til hin Heilaga Ísraels og søkja ikki HARRAN.
2 Men eisini Hann er vísur; Hann letur vanlukkuna koma, og orð Síni tekur Hann ikki aftur; Hann reisir Seg móti húsi hinna óndu og móti hjálp teirra, ið gera órætt.
3 Egyptar eru menniskju og ikki Gud; hestar teirra eru hold og ikki andi; HARRIN skal rætta út hond Sína, og hjálparin skal snáva, og tann, ið hjálp hevur fingið, skal falla, og teir skulu umkomast, bæði annar og annar.
4 Tí so segði HARRIN við meg: Sum leyva brølar, ungleyva yvir ráni sínum, og ikki, um so heilur flokkur av hirðum verður róptur saman móti henni, ræðist rópini ella víkur fyri ganginum - so skal HARRIN Gud herskaranna koma niður at herja á Zionsfjall og hædd tess.
5 Sum fuglarnir breiða út veingirnar, so skal HARRIN Gud herskaranna verja Jerúsalem, verja og frelsa, leypa um og bjarga.
6 Vendið við til Hansara, sum tit so djúpt eru fallin frá, tit børn Ísraels!
7 Tí tann dag skal ein og hvør tykkara vraka silvurgudar og gullgudar sínar, teir, ið hendur tykkara hava gjørt tykkum at synda við.
8 Assur skal falla fyri svørði, ið ikki hoyrir manni til; svørð, ið ikki hoyrir menniskja til, skal gera enda á honum; hann skal flýggja fyri svørðinum, og ungu menn hansara skulu verða trælir.
9 Klettur hansara skal flýggja í ræðslu, og høvdingar hansara skulu verða ræddir burt frá hermerki sínum - sigur HARRIN, Hann, sum hevur eld Sín í Zion og ovn Sín í Jerúsalem.