Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tað árið ið Tartan kom til Asdod - ta ferðina ið Sargon kongur í Assýria sendi hann hagar, og hann herjaði á Asdod og tók býin -
2 um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: "Tú skalt loysa syrgibúnan av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!" - Hann so gjørdi og gekk nakin og skóleysur.
3 So segði HARRIN: "Sum tænari Mín Esaias hevur gingið nakin og skóleysur nú í trý ár og verið til tekin og fyrimynd viðvíkjandi Egyptalandi og Etiopia,
4 so skal kongurin í Assýria fara við fangunum úr Egyptalandi og hinum burtfluttu úr Etiopia, bæði ungum og gomlum, naknum og skóleysum, við berum baki - Egyptalandi til vanæru!
5 Tá skulu teir ræðast og hava skomm av Etiopia, sum var vón teirra, og Egyptalandi, sum teir vóru stoltir av.
6 Og teir, sum búgva á hesi strond, skulu siga tann dag: "Hygg nú, hvussu teimum gekst, sum vóru vón okkara, sum vit leitaðu til eftir hjálp fyri at verða bjargaðir undan konginum í Assýria! - Hvussu skulu vit tá komast undan!""