Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 44
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Men hoyr nú, Jákup, tænari Mín, Ísrael, sum Eg havi útvalt!
2 So sigur HARRIN, sum skapti teg og úr móðurlívi myndaði teg - Hann, sum hjálpir tær: Óttast ikki, Jákup, tænari Mín, Jesurun, sum Eg havi útvalt!
3 Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt,
4 so tey vaksa upp sum gras millum vøtn, sum pílatrø fram við løkjum.
5 Ein skal siga: "Eg hoyri HARRANUM til!" Annar skal kalla seg við navni Jákups, og uppaftur ein annar skal skriva á hond sína: "Eg hoyri HARRANUM til!" og "Ísrael" skal hann nýta sum heiðursnavn.
6 So sigur HARRIN, kongur og frelsari Ísraels, HARRIN Gud herskaranna: Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg!
7 Hvør kunnger - eins og Eg - tað, ið henda skal! Lat hann siga tað og leggja tað fram fyri Meg, tað, ið hann hevur kunngjørt, líka síðani Eg skapti fornaldarfólkið! Og tað, sum í framtíðini skal koma - lat teir kunngera tað!
8 Óttist ikki og ræðist ikki! Havi Eg ikki langt síðani latið teg hoyra tað og kunngjørt tær tað! Tit eru vitni Míni. Er nakar annar Gud enn Eg! Eingin klettur er, Eg veit ongan!
9 Teir, ið gera útskornar myndir, eru einki allir samlir; kæru gudar teirra eru til onga nyttu, og tey, sum geva teimum vitnisburð, síggja ikki og vita ikki - fyri at tey skulu verða til skammar!
10 Hvør hevur gjørt gud og stoypt mynd - til onga nyttu?
11 Nei, allir teir, ið halda seg til hana, skulu verða til skammar - og meistararnir eru jú menniskju sjálvir! Lat teir koma saman allar samlar, lat teir stíga fram! Teir skulu ræðast, teir skulu verða til skammar - hvør ein!
12 Jarnsmiðurin nýtir meitil sín og arbeiðir við koleld; hann evnar myndina til við homrum og arbeiðir uppá hana við sterka armi sínum; hann verður svangur, meðan hann arbeiðir, og máttleysur; hann drekkur ikki vatn, og verður linur.
13 Træsmiðurin strekkir út máliband og merkir fyri við stift, telgir træið til við knívi og merkir fyri við passara; hann ger tað vorðið sum menniskju, sum vakran mann, at standa í húsi.
14 Ein fer og høggur sedristrø, tekur steineik og eik og velur sær eitt av trøunum í skóginum; hann plantar furutræ, og regnið ger, at tað veksur.
15 Og maðurin nýtir tað til brenni; hann tekur av tí og vermir seg við tí; hann kyndir eisini upp og bakar breyð við tí - og so ger hann eisini gud av tí og tilbiður hann, hann ger útskorna mynd av tí og leggur seg á knæ fyri tí!
16 Helvtina av tí brennir hann upp; við ta helvtina steikir hann kjøtið, sum hann skal eta; hann steikir steik og mettar seg; hann vermir seg eisini og sigur: "Á, nú varð eg heitur, eg kenni hitan!"
17 - Og av tí, ið eftir er, ger hann gud, útskorna mynd, sum hann leggur seg á knæ fyri og tilbiður, biður til og sigur við: "Frels meg, tú ert Gud mín!"
18 - Teir skilja einki, teir fata einki, tí Hann hevur klínt eygu teirra saman, so teir síggja einki, hert hjarta teirra, so teir skilja einki!
19 Hann leggur sær tað ikki á hjarta, og hann hevur ikki so frægt vit og skil, at hann sigur: "Helvtina av tí havi eg brent; eg havi eisini bakað breyð við gløðurnar; eg havi steikt kjøt og etið - og tað, ið eftir er, skuldi eg gjørt til andstygd, fyri træspreki skuldi eg lagt meg á knæ!"
20 - Tann, ið heldur seg til tað, sum einki er uttan øska, hevur dárað hjarta fingið av leið, so hann bjargar ikki sál síni og sigur: "Tað er jú lygn, hetta, sum eg haldi í høgru hond!"
21 - Minst til hetta, Jákup, tú Ísrael, tí tú ert tænari Mín! Eg havi skapt teg, tú ert tænari Mín; Ísrael, tú skalt ikki verða gloymt av Mær!
22 Sum toku havi Eg latið misgerðir tínar hvørva og sum skýggj syndir tínar - vend við til Mín, tí Eg havi frelst teg!
23 Fegnist, tit Himlar! Tí HARRIN hevur útint verk Sítt. Frøist, tit djúp jarðarinnar! Skerið í gleðiróp, tit fjøll, tú skógur og hvørt træ í tær! Tí HARRIN hevur frelst Jákup og opinberar dýrd Sína á Ísrael.
24 So sigur HARRIN, frelsari tín, Hann, sum longu í móðurlívi skapti teg: Eg eri HARRIN, sum ger alt, sum einsamallur tandi út himmalin og breiddi út jørðina - hvør hjálpti Mær! -
25 Sum ger til einkis tekin lygnaranna og ger spámenninar til dárar, sum rekur hinar vísu aftur og ger vísdóm teirra til dárskap,
26 Sum staðfestir orð tænara Sína og fullførir ráð sendiboða Sína, sum sigur um Jerúsalem: "Har skal fólk búgva!" og um býirnar í Juda: "Teir skulu byggjast upp aftur, toftirnar har reisi Eg aftur!" -
27 Sum sigur við djúpið: "Verð turt, streymar tínar lati Eg torna upp!" -
28 Sum sigur um Kýrus: "Hann er hirði Mín!" Allan vilja Mín skal hann fullføra og siga um Jerúsalem: "Tað skal byggjast upp aftur, og templið skal verða grundað!"