Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 61
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Andi Harrans HARRANS er yvir Mær, av tí at HARRIN hevur salvað Meg at bera eyðmjúkum gleðiboð; Hann hevur sent Meg við grøðing til teirra, ið hava sundurbrotið hjarta, at boða fangum frælsi og bundnum, at tey skulu sleppa leys,
2 at kunngera náðiár HARRANS og hevndardag Guds okkara, at troysta øll, ið syrgja,
3 at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
4 Tey skulu byggja upp aftur hinar avgomlu toftir, reisa aftur tað, sum hevur ligið í oyði frá fornaldartíð; tey skulu reisa av nýggjum oyddar býir, tað, sum hevur ligið í oyði mann eftir mann.
5 Fremmandir skulu standa og røkta fylgi tykkara, útlendingar skulu sleipa á markum tykkara og í víngørðum tykkara.
6 Men tit, tit skulu kallast prestar HARRANS; tænarar Guds okkara skulu tit verða nevndir. Góðs tjóðanna skulu tit eta, og dýrd teirra skulu tit fáa at eiga.
7 Í staðin fyri skomm tykkara skulu tit fáa dupult aftur; og tey, sum liðu vanæru, skulu nú fegnast um lut sín; tey skulu soleiðis fáa dupultan part í landi sínum, ævig gleði skal falla teimum í lut.
8 Tí Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt; Eg skal í trúfesti geva teimum løn teirra, og ævigan sáttmála skal Eg gera við tey.
9 Ætt teirra skal kennast millum tjóðirnar, avkom teirra millum fólkasløgini; øll, ið síggja tey, skulu skilja, at tey eru ættin, ið HARRIN hevur signað.
10 Eg gleðist stórliga í HARRANUM, sál mín skal fegnast í Gudi mínum; tí Hann hevur latið meg í búna frelsunnar; í kappa rættvísinnar hevur Hann sveipað meg - eins og táið brúðgómur setur á seg húgvu, vakra sum prestsins, og brúður pyntar seg við stási sínum.
11 Tí eins og jørðin letur vaksa upp nálir sínar, og eins og urtagarðurin letur fræ sítt spretta upp, so skal Harrin HARRIN lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.