Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 57
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hin rættvísi umkemst, og ikki ein er, sum leggur sær tað á hjarta; gudóttandi menn verða ryktir burt, uttan at nakar hugsar um, at hin rættvísi verður ryktur burt, áðrenn vanlukkan kemur.
2 Hann fer inn til frið; teir hvíla á legum sínum, allir teir, sum gingu leið sína beint fram.
3 Men komið tit higar, tit børn gandakellingar, tú avkom horkals og horkvinnu!
4 Hvørjum er tað, tit halda frægd at! Hvørjum gálva tit eftir og rætta út tunguna! Eru tit ikki sjálv børn syndarinnar, avkom lyginnar
5 - tit, sum brenna av girnd undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum drepa børn í dølunum, niðri í klettagjáum!
6 Hinir hálu steinar dalanna eru lutur tín, teir hevur tú í part; ja, eisini teimum úthellir tú drykkjuoffur og bert fram matoffur - skal Eg lata slíkt um Meg ganga!
7 Á høgum, veldigum fjøllum reiddi tú legu tína; eisini niðan hagar fórt tú at ofra sláturoffur.
8 Og aftan fyri hurðina og durastavin setti tú minnismerki títt; tú vendi tær frá Mær, klæddi teg nakna og fórt upp á leguna, gjørdi hana breiða og tingaði tær løn frá teimum; tú elskaði at hava teir at liggja hjá tær, tú sást skomm teirra.
9 Tú fórt til kongin við olju, og tú komst við mongum salvum, ið angaðu væl; tú sendi boð tíni langt burt, og tú fórt djúpt niður, líka í deyðaríkið.
10 Tú vart móð á longu ferð tíni; tó segði tú ikki: "Eg gevist!" Nei, tú fanst nýggjan mátt í hond tíni; tí avmaktaðist tú ikki.
11 Hvønn ræddist og óttaðist tú, síðani tú gavst teg upp til lygnina og mintist ikki til Mín, legði tær tað ikki á hjarta? Er tað ikki so: Eg havi tagt, og tað líka frá fornum tíðum - og Meg óttaðist tú tí ikki!
12 Eg skal kunngera rættvísi tína og verk tíni - tey skulu einki bata tær!
13 Táið tú rópar - lat tá flokk tín frelsa teg! Nei, vindur skal hava teir við sær allar samlar, vindblak skal sópa teir burt! Men tann, ið søkir sær skjól hjá Mær, skal arva landið og taka heilaga fjall Mítt í ogn.
14 Og sagt skal verða: "Gerið veg, gerið veg og slættið hann, takið hvørt ástoyt burtur av vegi fólks Míns!"
15 Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er "Heilagur": Á hæddini og á heiløgum staði búgvi Eg - og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.
16 Ja, Eg skal ikki til ævigar tíðir stríðast og ikki allar dagar vera vreiður; tí tá hevði andin ørmaktast fyri ásjón Míni, sálirnar, ið Eg havi skapt.
17 Tað var fyri syndigu girnd hansara, Eg varð vreiður og sló hann; Eg fjaldi ásjón Mína og var vreiður, og hann helt í fráfalli leið hjarta síns.
18 Vegir hansara havi Eg sæð, og Eg skal grøða hann; Eg skal leiða hann og troysta hann og tey hjá honum, sum syrgja.
19 Eg skal skapa ávøkst varra - frið, frið bæði langt burtur og nær - sigur HARRIN - og Eg grøði hann.
20 Men hini gudleysu eru sum havið í ódn; tað fær ikki verið stilt, og bylgjur tess skola upp móru og skarn.
21 - Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Gud mín.