Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 HARRIN tømir jørðina og leggur hana í oyði; Hann umskiftir útsjónd hennara og spjaðir tey, sum á henni búgva.
2 Tá gongur presti sum fólki, harra sum træli, frú sum trælkvinnu, seljara sum keypara, lángevara sum lántakara, okrara sum skuldara hansara.
3 Tømd, ja, tømd skal jørðin verða, og rænd, ja, rænd - tí HARRIN hevur talað hetta orð.
4 Jørðin syrgir og følnar burtur, jarðarríki ørmaktast og følnar burtur; hinir mætu millum fólkini á jørðini ørmaktast.
5 Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála.
6 Tí tærir bann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskju verða eftir.
7 Vínberjaløgurin syrgir, víntræið følnar; øll tey, sum áður vóru so hjartansglað, suffa nú.
8 Tagnað er hitt glaða ljóð av trummum, uppathildin er gangurin av teimum, ið fegnast, tagnaður er gleðiljómur sitaranna.
9 Teir sita ikki nú og kvøða við vínsteypið; beiskur er hin sterki drykkur teimum, ið drekka hann.
10 Niðurrivin liggur býurin og oyðin; stongt er hvørt hús, so ikki slepst inn.
11 Á gøtuni vena teir seg um vínið; øll gleði er horvin, burturflýdd er øll frøi úr landinum.
12 Eftir í býnum er einki uttan oyðing, og portrið er høgt í spønir.
13 Tí so skal tað ganga millum fólkini á jørðini - sum táið oljutrø verða skakað, sum við seinnaheystið, táið vínheystið er liðugt.
14 Tey, tey skulu lyfta upp rødd sína og fegnast; um dýrd HARRANS rópa tey av gleði fyri vestan:
15 "Ærið tí HARRAN, tit, sum búgva í eystri, ærið navn HARRANS Guds Ísraels, tit, sum búgva á strondum havsins!"
16 Frá ytsta enda jarðarinnar hoyra vit lovsongir: "Æra veri hinum rættvísa!" Men eg sigi: Eg armi, eg armi - vei mær! Ránsmenn ræna, ja, ránsmenn ræna rán!
17 Ræðsla og grøv og garn yvir teg, tú, sum á jørðini býrt!
18 Tann, ið flýggjar undan ræðsluni, skal falla í grøvina, og tann, ið sleppur upp úr aftur grøvini, skal koma fastur í garnið; tí vatnportrini á hæddini eru latin upp, og grundvøllir jarðarinnar skelva.
19 Jørðin klovnar, ja, hon klovnar; jørðin skrædnar, ja, hon skrædnar; jørðin riðar, ja, hon riðar.
20 Jørðin skal sløðra sum hin drukni; hon skal geva seg aftur og fram sum vaktaraskýli; tungt liggur misbrot hennara á henni - hon skal falla og ikki reisa seg aftur.
21 Tann dag skal HARRIN heimsøkja her himmalsins á hæddini og kongar jarðarinnar á jørðini;
22 teir skulu verða savnaðir saman sum fangar í holuni og settir í fangahús, og eftir langa tíð skulu teir fáa straff sína.
23 Mánin skal smæast, og sólin skammast, tí HARRIN Gud herskaranna skal tá vísa, at Hann er kongur á Zionsfjalli og í Jerúsalem; og fyri eygum elstu Hansara er dýrd.