Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerúsalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.
2 Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.
3 Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.
4 Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.
5 Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;
6 frá iljum til hviril er einki heilt - skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!
7 Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara - har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.
8 Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.
9 Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
10 Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
11 Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
12 Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
13 Komið ikki uppaftur við tómum matofri - tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur - Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
14 Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
15 Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki - tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
16 Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
17 Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
18 Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
19 Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
20 men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði - tí muður HARRANS hevur talað!
21 - At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú - manndráparar!
22 Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
23 stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
24 Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
25 Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
26 Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
27 Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
28 Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
29 Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.
30 Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.
31 Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.