Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 45
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 So sigur HARRIN við salvaða Sín, við Kýrus, sum Eg haldi í høgru hond á, til at leggja tjóðirnar til jarðar fyri ásjón hansara og loysa beltið av lendum konga, til at lata honum dyr upp, so eingi portur skulu vera stongd:
2 Eg skal sjálvur ganga undan tær, og heyggjar skal Eg javna; koparportur skal Eg bróta, og jarnsláir skal Eg høgga sundur.
3 Eg skal geva tær skattir, ið eru fjaldir í myrkri, og ríkidømi, ið er hult á loyniligum støðum - so tú kanst sanna, at tað eri Eg, HARRIN, sum hevur kallað teg við navni - Eg, Gud Ísraels.
4 Fyri Jákups, tænara Míns, skuld, og fyri Ísraels, útvalda Míns, skuld, kallaði Eg teg við navni, gav tær heiðursnavn, tóat tú kendi Meg ikki.
5 Eg eri HARRIN, og eingin annar, eingin annar Gud er enn Eg; Eg vápnaði teg, tóat tú kendi Meg ikki -
6 so tey bæði í eystri og í vestri skulu sanna, at eingin annar er enn Eg; Eg eri HARRIN, og eingin annar,
7 Eg, sum eri upphav ljóssins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku - Eg, HARRIN, eri tann, ið ger alt hetta.
8 Dryppið, tit himlar, omanfrá, og rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opnist og lati spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp! Eg, HARRIN, skapi hetta.
9 Vei honum, ið trætir við skapara sín - pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: "Hvat kanst tú gera!" Og kann verk títt siga um teg: "Hann hevur ongar hendur!"
10 Vei honum, ið sigur við faðir sín: "Hvørji børn kanst tú fáa!" og við konuna: "Hvørji børn kanst tú eiga!"
11 So sigur HARRIN, hin heilagi í Ísrael, Hann, sum skapti tað: Spyrjið Meg um tað, ið kemur! Latið Meg hava umsorgan fyri børnum Mínum og fyri handaverki Mínum!
12 Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin, og allan her hansara havi Eg kallað fram.
13 Eg havi vakt hann upp í rættferð, og allar vegir hansara skal Eg javna; hann skal byggja upp bý Mín og leysgeva fólk Mítt, sum burt er flutt, ikki fyri løn og ikki fyri gávu - sigur HARRIN Gud herskaranna.
14 So sigur HARRIN: Góðs Egyptalands og vinningur Etiopia, og Sabearar, hinir hávaksnu menn, skulu koma til tín og hoyra tær til; teir skulu fylgja tær, í leinkjum skulu teir ganga; og fyri tær skulu teir kasta seg niður, teg skulu teir bøna: "Bert hjá tær er Gud, og eingin annar er, eingin annar Gud!"
15 - Sanniliga, Tú ert Gud, sum fjalir Seg, Tú Gud Ísraels, Tú frelsari!
16 Teir verða allir til spott og til skammar, allir noyðast teir at ganga har við vanæru, avgudasmiðirnir!
17 Ísrael verður frelst í HARRANUM við ævigari frelsu; í allar ævir skulu tit ikki verða til spott og til skammar.
18 Tí so sigur HARRIN, sum skapti himmalin, Hann, sum er Gud, Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana - ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana -: Eg eri HARRIN, og eingin annar!
19 Ikki í loyndum havi Eg talað, ikki á staði í myrkum landi; Eg havi ikki sagt við ætt Jákups: "Søkið Meg til einkis!" - Eg, HARRIN, tali rættvísi, kunngeri tað, ið rætt er.
20 Savnið tykkum og komið, stígið fram øll somul, tit, sum undansloppin eru av tjóðunum! Teir vita einki, teir, ið bera træmyndir sínar og biðja til gud, ið ikki er mentur at frelsa.
21 Kunngerið og sigið frá! Ja, ráðføri teir seg hvør við annan! Hvør hevur boðað hetta frá fornum tíðum, kunngjørt tað langt síðani! Man tað ikki vera Eg, HARRIN! Og eingin annar Gud er enn Eg, eingin rættvísur og frelsandi Gud er uttan Eg.
22 Vendið tykkum til Mín og verðið frelst, allir endar jarðarinnar! Tí Eg eri Gud, og eingin annar!
23 Um Meg sjálvan havi Eg svorið, av munni Mínum er sannleiki gingin út, orð, ið ikki skal verða tikið aftur: Fyri Mær skal hvørt knæ boyggja seg, Mær skal hvør tunga svørja trúskap!
24 "Bert í HARRANUM" - skulu tey siga - "er rættvísi og styrki!" Til Hansara skulu teir koma við skomm, allir teir, sum brenna av vreiði móti Honum.
25 Í HARRANUM skulu tey fáa rætt sín, og av Honum skulu tey rósa sær, alt fólk Ísraels.