Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Men kvistur skal spretta av runni Ísais, og grein vaksa upp av rótum hansara;
2 á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS.
3 Hugur Hansara skal standa til at óttast HARRAN; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra;
4 nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða, og við rættferð skifta rætt fyri hini eyðmjúku á jørðini; Hann skal sláa jørðina við koyrli muns Síns og drepa hin gudleysa við anda varra Sína.
5 Rættferð skal vera beltið um lendar Hansara, trúfesti beltið um mjadnar Hansara.
6 Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.
7 Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.
8 Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
9 Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.
10 Tann dag skulu heidningarnir leita til rótkvist Ísais, ið stendur sum hermerki tjóðanna, og bústaður Hansara skal vera dýrd.
11 Tann dag skal HARRIN eina ferð enn rætta út hondina, til at vinna Sær leivd fólks Síns, tey, sum bjargað verða úr Assýria, Egyptalandi, Patros, Etiopia, Elam, Sinear, Hamat og oyggjum havsins.
12 Hann skal reisa hermerki fyri fólkini, savna hinar burtriknu menn Ísraels og sanka hinar sundurspjaddu kvinnur Juda, úr hinum fýra hornum jarðarinnar.
13 Tá skal øvund Efra’ims halda uppat, og fíggindskapur Juda ikki vera longur; Efra’im skal ikki øvunda Juda, og Juda ikki goyma fíggindskap móti Efra’im.
14 Sum rovfuglar skulu teir stoyta sær niður á herðar Filistara fyri vestan; saman skulu teir ræna Eysturlendingar; á Edom og Móab skulu teir leggja hond, og Ammonitar skulu akta teir.
15 HARRIN skal turka upp vík Egyptahavs og við sterka stormi Sínum lyfta hondini móti Ánni; Hann skal klúgva hana í sjey greinar, so ein kann fara um tær turrskøddur.
16 Lagdur vegur skal vera fyri leivd fólks Hansara, tey, sum bjargað verða úr Assýria - eins og var fyri Ísrael, tann dag tey fóru út av Egyptalandi.