Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 32
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Við rættvísi skal kongurin ráða, og høvdingarnir skulu stýra við rætti;
2 ein og hvør teirra skal vera sum læ fyri stormi og lívd fyri skúrum, sum løkir í oyðimørk, sum skuggin av stórum hamri í vatnleysum landi.
3 Tá skulu eygu teirra, ið síggja, ikki vera blind, og oyru teirra, ið hoyra, skulu lurta;
4 hjarta hinna gáloysnu skal duga at skilja, og tunga teirra, ið stama, skal tala skilliga, reint.
5 Dárin skal ikki longur verða kallaður skilamaður, og hin svikafulli skal ikki verða kallaður harri.
6 Tí dárin talar einki uttan dárskap, og hjarta hansara upphugsar ilt; hann ger tað, ið vanheilagt er, og talar tað, ið rangvørgt er, um HARRAN; hann letur hin hungrandi svølta og sýtir hinum tysta vatn.
7 Og vápn hins svikafulla eru ónd; hann leggur skammilig ráð, til at leiða hini spakføru í vanlukku við følskum orðum, og tað, táið hin fátæki talar tað, ið rætt er.
8 Men edilingurin hugsar sum edilingur, og hann stendur fastur í tí, sum aðalkyn er í.
9 Upp, tit tryggu kvinnur, hoyrið, hvat eg sigi! Tit óhygnu døtur, lurtið eftir talu míni!
10 Um ár og dag skulu tit skelva, tit tryggu! Tí tað er úti við vínheystinum, og fruktheyst kemur einki.
11 Nøtrið, tit tryggu, skelvið, tit óhygnu! Latið tykkum úr og latið tykkum naknar, bindið tykkum sekk um lendarnar!
12 Tey sláa seg fyri bróstið og vena seg um hinar føgru markir, um hini fruktbøru víntrø.
13 Á jørð fólks Míns vaksa upp tornir og tistlar, ja, í hvørjum gleðihúsi í hinum stuttleikaóða býi!
14 Tí hallirnar eru tómar, hin fólkaríki staður liggur í oyði, Ofel við torninum er eyrdungi til ævigar tíðir, villeslum gleði, kríatúrum beiti
15 - inntil Andin av hæddini verður útheltur yvir okkum; tá verður oyðimørkin fruktbør mark, og hin fruktbara markin verður mett javnt við skóg.
16 Og rættur skal búgva í oyðimørkini, og rættvísi skal hava heim sítt á hini fruktbøru mark;
17 ávøkstur rættvísinnar skal vera friður, og vinningur rættarins skal vera ró og trygd - til ævigar tíðir.
18 Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.
19 Men hegla skal, táið skógurin fellur, og djúpt skal býurin søkka niður!
20 Sæl eru tit, sum sáa við øll vøtn, sum sleppa neyti og esli leysum!