Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 36
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Fjúrtanda árið ið Ezekias kongur sat við stýrið, fór Sankerib kongur í Assýria móti øllum hinum víggirdu býunum í Juda og tók teir.
2 Kongurin í Assýria sendi so Rabsake við stórum heri úr Lakis til Jerúsalem móti Ezekiasi kongi; hann gjørdi steðg við vatnveitingina úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll.
3 Tá fór Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, út til hansara saman við Sebna ríkisskrivara og Jóa søguskrivara, syni Asaf.
4 Rabsake segði við teir: "Sigið við Ezekias: "So sigur stóri kongur, kongurin í Assýria: Hvat er hetta fyri trygd, ið á teg er komin?
5 Tú manst halda, at púrt og bert orð er tað sama sum ráð og styrki í hernaði! Og hvønn er tað so, tú lítur á, síðani tú hevur sett teg upp móti mær?
6 Jú, tú lítur á Egyptaland, handa brotna rørstavin, sum rennir seg inn í hond hansara, ið styðjar seg á hann! Slíkur er Farao, kongurin í Egyptalandi, øllum, ið líta á hann.
7 Ella tú sigur kanska við meg: "Tað er HARRAN Gud okkara, vit líta á!" - Men er tað ikki offurheyggjar og altar Hansara, Ezekias hevur tikið burt, táið hann segði við Juda og Jerúsalem: "Framman fyri hetta altar skulu tit tilbiðja"?"
8 Men kom nú og vedda við harra mín, kongin í Assýria: Eg skal lata teg fáa 2000 hestar, um tú kanst koma við monnum at ríða á teimum!
9 Hvussu hugsar tú tá at kunna reka aftur so mikið sum ein høvuðsmann, ein hin minsta tænara harra míns? Tí lítur tú á Egyptaland og vónar at fáa vagnar og hestmenn haðani.
10 Heldur tú nú, at eg eri farin móti hesum landi at leggja tað í oyði, uttan at HARRIN hevur viljað tað? Nei, tað var HARRIN sjálvur, sum segði við meg: "Far móti hesum landi og legg tað í oyði!""
11 Tá søgdu Eljakim, Sebna og Jóa við Rabsake: "Tosa kortini áramaiskt við tænarar tínar, tí vit skilja tað málið, og tosa ikki judeiskt við okkum, meðan menninir á múrinum hoyra!"
12 Men Rabsake svaraði: "Er tað við harra tín og teg, harri mín hevur sent meg at tala hesi orð! Er tað ikki við menninar, ið sita á múrinum, og sum saman við tykkum koma at noyðast at eta sítt egna skarn og drekka sítt egna land!"
13 Og Rabsake steig fram og rópti hart á judeiskum máli: "Hoyrið tað, ið stóri kongur, kongurin í Assýria, talar!
14 So sigur kongur: "Latið ikki Ezekias villleiða tykkum, tí hann er ikki mentur at frelsa tykkum!
15 Og latið ikki Ezekias fáa tykkum at seta lít tykkara til HARRAN, táið hann sigur: "HARRIN skal vissuliga frelsa okkum, og hesin býur skal ikki verða givin assýriakongi í hendur!""
16 Lurtið ikki eftir Ezekiasi! Tí so sigur kongurin í Assýria: "Gerið frið við meg, og gevið tykkum upp til Mín! So skal ein og hvør tykkara sleppa at eta av víntræi sínum og fikutræi sínum og drekka vatnið úr brunni sínum
17 - inntil eg komi og taki tykkum við til land, ið líkist landi tykkara, land við korni og vínberjaløgi, land við breyði og víngørðum.
18 Latið ikki Ezekias villleiða tykkum við at siga: "HARRIN skal frelsa okkum!" - Man nakar gudur tjóðanna hava verið mentur at frelsa land sítt undan hond assýriakongs!
19 Hvar eru gudar Hamats og Arpads! Hvar eru gudar Sefarvajims! Mundu gudar Samaria frelsa tað undan hond míni!
20 Hvør av øllum gudunum í hesum londum hevur frelst land sítt undan hond míni! Skuldi tá HARRIN kunnað frelst Jerúsalem undan hond míni!""
21 - Men teir tagdu og øntu honum ikki aftur; tí kongurin hevði givið hetta boð: "Tit mugu ikki svara honum!"
22 So fóru Eljakim hallarstjóri, sonur Hilkia, Sebna ríkisskrivari og Jóa søguskrivari, sonur Asaf, við sundurskræddum klæðum til Ezekias og bóru honum boð um tað, ið Rabsake hevði sagt.