Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 55
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Nú, øll tit, ið tysta - komið til vøtnini! Og tit, sum ongan pening hava, komið, keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening og gjaldsleyst vín og mjólk!
2 Hví lata tit pening fyri tað, sum ikki er breyð, og dagløn tykkara fyri tað, sum ikki mettar? - Lurtið eftir Mær! So skulu tit fáa gott at eta, so skal sál tykkara gleða seg í tí, sum feitt er.
3 Boyggið oyra tykkara og komið til Mín - hoyrið! So skal sál tykkara liva, og Eg skal gera ævigan sáttmála við tykkum, geva tykkum alla hina trúføstu náði, ið Eg havi lovað Dávidi.
4 Til vitni fyri fólkasløg havi Eg sett Hann, til høvdinga og Harra tjóðanna.
5 Fólk, ið tú ikki kennir, skalt tú kalla, og fólkasløg, ið ikki kenna teg, skulu koma rennandi til tín - fyri HARRANS Guds tíns skuld og fyri hins Heilaga skuld í Ísrael; tí Hann gevur tær dýrd.
6 Leitið til HARRAN, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær!
7 Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til HARRAN, so skal Hann miskunna honum - til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva!
8 Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar - sigur HARRIN.
9 Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!
10 Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta,
11 so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum - tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
12 Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur.
13 Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa upp syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtustrø, og tað skal vera HARRANUM til navn, til ævigt tekin, ið aldri skal verða útstrikað.