Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Esaias
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32 33 34 35 36 37 38
39 40 41 42 43 44 45 46 47 48 49 50 51 52 53 54 55 56 57
58 59 60 61 62 63 64 65 66
1 Tí HARRIN skal miskunna Jákupi og eina ferð enn útvelja Ísrael. Hann skal lata tey seta búgv í teirra egna landi, og fremmand skulu sameinast við tey og halda seg til hús Jákups.
2 Fólkasløg skulu taka tey og flyta tey heimaftur, og hús Ísraels skal í landi HARRANS taka fólkasløgini í ogn sum trælir og trælkvinnur; tey skulu gera tey til fangar, sum tey vóru fangar hjá, og ráða yvir valdsharrum sínum.
3 Tann dag HARRIN gevur tær hvílu eftir møði og angist tína og eftir hin harða trældóm, ið á teg var lagdur,
4 skalt tú taka upp hetta háðkvæði um kongin í Bábel: "Hygg, hvussu endaði við valdsharranum, við pínustaðnum!
5 HARRIN hevur brotið stav hinna gudleysu, kongastav valdsharranna,
6 sum í vreiði góvu fólkasløgum eitt slagið fyri og annað eftir, sum í illsinni kúgaðu fólkini og jagstraðu tey og spardu ikki!
7 Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.
8 Um tað so eru sypristrøini, gleðast tey yvir tær, eisini sedristrøini á Libanon: "Síðani tú falst og vart liggjandi, kemur eingin niðan at fella okkum!"
9 Órógv kemur í deyðaríkið harniðri fyri tína skuld, táið tað tekur ímóti tær; fyri tína skuld vekur tað upp deydningar, allar høvdingar jarðarinnar; tað fær allar kongar tjóðanna at reisast úr hásætum teirra.
10 Teir taka allir til orða og siga við teg: "Og tú ert eisini vorðin máttleysur sum vit, tú ert vorðin okkum líkur!"
11 Niður í deyðaríkið er dýrd tín stoytt, ljóðið av hørpum tínum; undir tær er reidd lega av ormum, maðkar hevur tú oman á tær!
12 Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!
13 Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: "Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri;
14 eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!"
15 - Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina!
16 Tey, sum síggja teg, skulu stara uppá teg, undrast á teg og siga: "Er hetta maðurin, ið fekk jørðina at nøtra, kongaríki at skelva,
17 sum gjørdi jarðarríki til oyðimørk, breyt niður býir tess og lovaði ikki fangum sínum heimaftur?"
18 Allir kongar tjóðanna liggja við heiður, hvør í húsi sínum;
19 men tú liggur ógrivin, slongdur burt sum vanvird grein, fjaldur av dripnum - gjøgnumstungnum við svørði - eins og niðurtraðkað ræ.
20 Tú skalt ikki verða jarðaður sum teir, ið stíga niður í steinsettar gravir; tí landi tínum hevur tú forkomið, fólk títt hevur tú dripið - avkom illgerðarmanna skal aldri nevnast meir!
21 Gerið sonum hansara blóðbað fyri misgerð fedra teirra! Teir skulu ikki reisast og taka jørðina í ogn og fylla jarðarríki við býum."
22 Eg skal reisa Meg móti teimum, sigur HARRIN Gud herskaranna; Eg skal týna úr Bábel bæði navn og leivd, bæði børn og barnabørn, sigur HARRIN.
23 Eg skal gera tað til eitt tilhald pinnsvína og fylla tað við blotum; Eg skal sópa tað burt við oyðingarkusti - sigur HARRIN Gud herskaranna.
24 HARRIN Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast!
25 Eg skal sora Assur sundur í landi Mínum og traðka hann niður á fjøllum Mínum; ok hansara skal verða av teimum tikið, og byrði hansara skal verða lyft av herðum teirra.
26 Hetta er tað, ið Eg havi sett Mær fyri at gera við alla jørðina, hetta er hondin, ið útrætt er móti øllum tjóðum.
27 Tí tað, ið HARRIN Gud herskaranna hevur gjørt av - hvør ger tað til einkis! Útrættu hond Hansara - hvør vendir henni aftur!
28 Tað árið ið Akaz kongur doyði, kom hesin spádómur:
29 Gleð teg ikki, alt Filistaraland, fyri tað at stavurin, ið sló teg, er brotnaður! Tí av rót høggormsins skal koma basiliskur, og ávøkstur hansara verður flogdreki!
30 Hini armastu av ørmum skulu finna ríkliga føði, og hini fátæku skulu hvíla trygt; men avkom títt drepi Eg í hungri, og tað, ið eftir verður av tær, skal verða tikið av døgum.
31 Vena teg, tú portur! Rópa, tú staður! Miss mótið, alt Filistaraland! Tí norðaneftir kemur roykur, og í fíggindaskaranum dragnar eingin aftur frá.
32 - Hvat skal tá verða svarað sendiboðum heidningafólkanna? At HARRIN hevur grundfest Zion, og at har finna hini ørmu av fólki Hansara lívd.